Fólkaflokkurin tók meira pening frá barnafamiljunum seinasta valskeið

Hóast umboð fyri Fólkaflokkin í Klaksvíkar býráð royna at rópa hart um lægri kommunu­skatt, nú tey sita í andstøðu, so vísa tølini, at seinasta valskeið, tá ið flokkurin var í meirilutanum og hevði borgarstjóran, tók kommunan munandi meira inn frá barnafamiljunum í kommunuskatti og barnaansingargjøldum, enn vit í sitandi býráðsmeiriluta gera í dag – og munurin økist.

 

Í grein í vikuni skrivar Eyðstein Ó. Poulsen, sum er ein av limum Fólkafloksins í Klaksvíkar býráð, millum annað, at “borgarstjórin fer lætt um hækkandi skattin í kommununi”, og at “borgarstjórin ikki stuðlar borgarligu hugsjónini, ið virðir grundhugsjónina um, at borgarin sjálvur umsitur best sína egnu inntøku”. Sami býráðslimur hevur nú skrivað enn eina grein, har hann millum annað skrivar, at “okkara fremsta mál ... [er] at lætta um hjá fólki”.

Hetta eru føgur orð, men so er eisini týdningarmikið at hava gerðir aftan fyri síni orð, og tað er júst her, at flokkurin hjá sama býráðslimi hevur trupulleikar, um vit hyggja nærri at tí kommunskatti og teimum barnaansingargjøldum, sum kommunan legði á barnafamiljurnar í farna valskeiði, tá ið flokkurin hevði leiðsluna av býráðsmeirilutanum.

Aftur mugu vit lata tølini tala:

Kommunuskattur og barnaansingargjøld

Hjún við 3 børnum

2011

2014

 

Ársinntøka, kona

300.000,- kr.

300.000,- kr.

 

Ársinntøka, maður

300.000,- kr.

300.000,- kr.

 

Kommunuskattur

22,25%

120.150,- kr.

22,00%

118.800,- kr.

 

Botnfrádráttur

30.000,- kr.

30.000,- kr.

3

Barnafrádráttur

4.000,- kr. pr. barn

-12.000,- kr.

4.500,- kr. pr. barn

-13.500,- kr.

1

Vøggustovubarn

2.400,- pr. mánað

28.800,- kr.

1.823,- pr. mánað

21.876,- kr.

2

Barnagarðsbørn

1.700,- pr. mánað

40.800,- kr.

1.291,- pr. mánað

30.984,- kr.

20,0%

Systkinavsláttur

680,- pr. mánað

-8.160,- kr.

25,0%

645,- pr. mánað

-7.740,- kr.

Kommunuskattur og barnaansingargjøld íalt

 

169.590,- kr.

 

 

150.420,- kr.

Árlig sparing á 19.170,- kr. ella 1.598,- kr. um mánaðin.

 

Hetta einfalda dømi staðfestir sostatt, at skrivingin hjá býráðsliminum um hækkandi skatt heldur ikki, um vit samanbera við skattaprosentið og barnaansingargjøldini, sum hansara egni flokkur stóð fyri seinast, tá ið hann hevði leiðsluna í býráðnum.

Tølini hanga stutt sagt ikki saman við teimum orðum, sum býráðslimurin blívur við at føra fram, og so veit eg ikki, um endamálið hjá býráðsliminum er at endurtaka sínar ógrundaðu pástandir í teirri vón, at teir við tí gerast sannleiki.

Tað harmar meg at gera hetta fyri aðru ferð innan tveir dagar, men eg noyðist enn einaferð at rættleiða býráðslimin og afturvísa hansara ógrundaðu pástandum, við at vísa omanfyri standandi roknidømi, sum greitt vísir, at bæði kommunuskattur og barnaansingargjøld vóru munandi hægri í undanfarna valskeiði, enn tey eru í dag.

Eyðstein Ó. Poulsen, býráðslimur, hevur sostatt enn einaferð ført fram ógrundaðar ákærur ímóti undirritaða og núverandi býráðsmeiriluta, sum eg sjálvandi ikki kann eg ikki lata standa ósvarað.

So enn einaferð tala tølini greitt: Kommunuskattatrýstið og barnaansingargjøldini vóru munandi hægri í undanfarna valskeiði, tá ið Fólkaflokkurin ráddi fyri borgum, enn tey eru í dag, nú Sjálvstýrisflokkurin, Tjóðveldi og Javnaðarflokkurin manna býráðsmeirilutan.

 

Lániskuldin verður niðurgoldin

At enda í seinnu grein sínari kemur býráðslimurin við enn einum pástandi uttan at undirbyggja sína skriving – nú um lániskuldina.

Hann skrivar, at “hyggja vit í roknskapin hjá Klaksvíkar kommunu d.d., so síggja vit, at lánini hjá Klaksvíkar kommunu hava ikki flutt seg, síðan vit høvdu borgarstjóraskiftið. Kommunan hevur tó í hesum met-tíðum fingið betrið gjaldføri, men tá borgarstjórin alment boðar fólki frá, at Klaksvíkar kommuna fremur mál uttan lántøku, so er hetta beinleiðis skeivt”.

Heldur ikki her megnar býráðslimurin at vera heilt sannur í sínum boðskapi, tí her “loypir hann um bukk” um enn eina týðandi upplýsing við at "gloyma", at Klaksvíkar býráð stutt áðrenn ársskiftið í 2012 samtykti at yvirtaka KÍ-høllina og Badmintonhøllina og harvið at økja um lántøkuna hjá kommununi.

Hesi lán vórðu sostatt longu samtykt at yvirtaka av undanfarna býráð – eisini við stuðli frá Fólkaflokkinum – hóast tey ikki komu við í kommunuroknskapin fyri enn árið eftir. Men henda veruleika er býráðslimurin elegantur nokk til at loypa bukk um, tí harvið kann hann gera betra fíggjarstøðuna hjá kommununi, tá ið flokkur hansara ráddi fyri borgum, og gera tey samsvarandi verri í hesum valskeiðnum.

Rætta uppgerðin av gongdini í lánunum hjá Klaksvíkar kommunu, síðan hetta valskeiðið byrjaði, er sostatt henda:

Kommunuskuldin 2012-2014 (mió.kr.)

2012

2014

Munur

Brutto lániskuld við ársenda

-160*

-146

+14

Innistandandi við ársenda

10

20

+10

Nettoskuld

-150

-126

+24

*Íroknað Badminton- & KÍ-høllin: 14,8 mkr. Samtykt des. 2012

 

Brutto kommunuskuldin er sostatt niðurgoldin við 14 mió. kr. higartil hesum valskeiðnum, samstundis sum gjaldførið er betrað við 10 mió. kr. – alt hetta samstundis sum vit í hesum valskeiðnum fremja stórar byggiverkætlanir, har nýggi, samanlagdi skúlin er tann størsta.

Og ja – hetta gera vit uttan lántøku.