Fólkakirkjan limur í Porvoo

Á samkomu í Cardiff í Wales 7. oktober gjørdist Fólkakirkjan limur í kirkjuliga felagsskapinum Porvoo.

 

Porvoo er eitt kirkjuligt samstarvsskjal við umboðum úr norðurlendskum, anglikanskum og europeiskum kirkjum, hvørs endamál m.a. er at styrkja um felags apostólsku trúnna, skapa størri fatan um kirkjuliga embætið og kirkjuligu tænastuna.

 

Umframt Fólkakirkjuna, eru kirkjur úr 15 øðrum londum.

 

Útsýni hevur týdning. Mett verður, at føroyska kirkjan við hesi avtalu hevur latið upp ein glugga til íblástur sum samstundis kann styrkja og menna norðurlendskt og millumtjóða kirkjuligt samstarv, skrivar folkakirkjan.fo.