Tað er ein góð milliard krónur meira enn undanfarna skeið. Útflutningsvirðið av makreli er somuleiðis vaksið við einari góðari milliard krónum.
Útflutningurin fyri august er nú gjørdur upp, og í talvunum niðanfyri ber til at síggja útflutningin fyri tíðarskeiðið september 2024 til august 2025 samanborið við undanfarna tíðarskeiðið.
Fiskavøruútflutningurin er vaksin góðar 800 milliónir krónur, ella góð 7 prosent. Útflutningurin av so at siga øllum fiskasløgum gongur fram, meðan útflutningsvirðið av laksi, fóðri, lýsi og fiskamjøli gongur aftur. Útflutningurin av fóðri, fiskamjøli og lýsi er samanlagt minkaður við 652 milliónum krónum.
Útflutningsvirðið av laksi minkaði 274,8 milliónir krónur hetta tíðarskeiðið. Virðið minkaði 4,6 prosent, meðan nøgdin vaks 12,4 prosent. Hetta svarar til at prísurin er lækkaður 15 prosent.
Útflutningsvirðið av makreli er vaksið við einari góðari milliard krónur, ella 127 prosent. Vøksturin stavar fyri tað mesta frá príshækkingum, tí nøgdin er einans vaksin 63,4 prosent.
##med2##
##med3##
Prísurin á laksi hevur verið sera svingandi síðani byrjanina av 2022. Prísurin á heilum feskum laksi hevur hetta tíðarskeiði ligið millum umleið 50 og 90 krónur kilo. Í august í 2024 var prísurin 50,40 krónur kilo og í august í ár er prísurin 40,50 krónur kilo. Hetta er ein lækking á nærum 20 prosent
##med4##
Talvan niðanfyri vísir útflutningin av fiskavørum skiftan á landaøki. Størsti vøksturin er í útflutningi til ES og til "Asia annars" - fyri tað mesta Kina. Útflutningurin til "Evropa annars" er vaksin góðar 180 milliónir krónur. Av hesum er útflutningurin til Russlands vaksin 512 milliónir krónur. Útflutningurin til Norðuramerika er minkaður nógv. Hetta er fyri tað mesta USA. Útflutningurin til miðeysturs er vaksin 42,2 milliónir krónur. Hetta er fyri tað mesta til Sameindu Emirríkini. Í Afrika stavar vøksturin frá størri útflutningi til Nigeria.
##med5##
Fimm lond keypa vørur fyri yvir eina milliard krónur um árið úr Føroyum. Hesi eru USA, Bretland, Russland, Danmark og Spania. Útflutningurin til Russlands fór niður á eitt lægri stig, tá laksaútflutningurin til Russlands steðgaði í 2022, men tendensurin er nú vaksandi, og útfluttu vit fyri 103 milliónir krónur til Russlands í august í ár. Útflutningurin til USA var í hæddini miðan 2023. Síðani tá hevur gongdin verið minkandi. Útflutningurin til USA var 136 milliónur krónur í august 2024 og er komin niður á 125,4 milliónur krónur í august 2025. Hetta er ein lækking á sløk 8 prosent.
##med6##