KÍF skrivar á facebookvanga sínum:
- Vit breiðka um hópin!
Vit hava fingið tilgongd av tveimum nýggjum leikarum. Talan er um 20 ára gamla Benedikt Emil Aðalsteinsson, sum er komin úr Víkingi í íslendsku 1.deild og 31 ára gamla Jens Paula Poulsen, sum eftir nógv ár í Team Klaksvík er farin at royna aðrar leiðir.
Hetta fer at styrkja væl um hópin hjá okkum, bæði í álopi og verju, serliga eftir at Tórur Joensen, okkara unga stjørnuskot, tíverri má sita úti restina av kappingarárinum við krossbandsskaða.
Vit ynskja teimum báðum vælkomnum til KÍF og bestu eydnu í kappingarárinum! Skrivar KÍF