Tann stóri evruseðilin verður ofta settur í samband við fíggjarlig brotsverk, sigur Hans Kristian Skibby, framsøgumaður hjá Danska Fólkaflokkinum í vinnumálum.
Framyvir skal tað ikki longur bera til at gjalda við, veksla ella fáa útflíggjað ein 500 evruseðil í Danmark.
Ein meiriluti í Fólkatingum er beinleiðis klárur til at banna tí virðismesta evruseðlinum, sum fer úr framleiðslu 1. janaur. Endamálið er at stríðast ímóti hvítvasking og yvirgangsfígging.
– Tey allar felstur, sum brúka 500 evruseðlar, brúka hann til fíggjarlig brotsverk og hvítvask av pengum í ymsum londum, sigur Hans Kristian Skibby, framsøgumaður í vinnumálum fyri Danska Fólkaflokkin.
Evropiski Miðbankin hevur boðað frá, at hann ikki longur fer at framleiða hendan virðismikla seðilin í stríðnum ímóti brotsverkum og yvirgangi.
– Tað verður ikki ólógligt at hava ein slíkan seðil, men tað verður ikki lógligt at brúka hann í Danmark. Tað er í størstan mun brotsfólk, sum brúka hesar seðlarnar, sigur Rasmus Jarlov, vinnu- og vakstrarmálaráðharri úr Konservativa Fólkaflokkinum.
Tað fer kortini at taka fleiri á, áðrenn seðlarnir ikki eru í nýtslu meira, tí tað svarar til gott 2.000 milliardir krónur, sigur Hans Kristian Skibby.
Og tí er tað av týdningi, at Danmark longu nú tekur stigið, tí pengaseðilin verður mest brúkta til brotsverk.
– Framleiðslan av seðlunum steðgar, og tað merkir, at tað verða færri og færri seðlar, so hvørt teir verða slitnir upp ella inntiknir, sigur hann.
– Men tað, sum vit gera í Danmark, er at seta harðari tiltøk í verk, við at at vit longu nú seta bann ímóti at brúka teir, veksla og flyta teir, sigur Skibby.
Tað er fíggjarligi semjubólkurin, har allir flokkar eru, uttan Alternativið og Eindarlistin, sum í dag samdust um hetta bannið á fundi við vinnumálaráðharran.
Fundurin um at herða hvítvaskingarreglarnar var hildin, eftir at Danske Bank í morgun almannakunngjørdi egnu frágreiðing sína um hvítvasking í estisku deild bankans frá 2007-2015.
Bannið ímóti stóra evropiska pengaseðlinum er bert eitt av fleiri tiltøkum, sum skulu tryggja, at líknandi mál ikki endurtaka seg.
Dansk Erhverv, Tjóðbankin og Finans Danmark stuðla banninum, upplýsir Vinnumálaráðið.
/ritzau/