New Zealandska útvarpsstøðin ?The Rock? hevur sagt, at Foo Fighters fóru at spæla ókeypis á einum palli í Aucklandi, har konsertin skuldi vera. Men tað var ein ?apríl-joke? ið virkaði óskaðilig í byrjanini.
Men tá útvarpsstøðin byrjaði at fáa túsundavís av uppringingum vistu teir, at tað ikki var so stuttligt longur. Teir hoyrdu fólk siga, at tey ætlaðu at fáa sær frí frá arbeiði og fara til Auckland at lurta eftir Foo Fighters.
Av tí mátti eigarin, Brad King at upplýsa áhoyrararnar um, at tað bara var skemt, og at teir ikki høvdu hugsað seg nóg væl um.