Football Leaks: Bale var heimsins dýrasti

Men tað passaði Cristiano Ronaldo illa - sigst

Gareth Bale var av røttum heimsins dýrasti, Rafael Benitez forvann yvir 100 milliónir krónur tað árið, tá hann bleiv koyrdur í Real Madrid, Manchester United skal møguliga gjalda yvir 150 milliónir krónur meiri fyri Anthony Martial, Cristiano Ronaldo kostar næstan 10 milliónir krónur at leiga í ein hálvan dag og skiftið hjá Paul Pogba skal kannast.

 

Les eisini: (Football Leaks) Ronaldo fekk 100 milliónir fyri hálvan dag

 

Tað eru nakar av avdúkingunum í nýggju bókini, Football Leaks: The Dirty Business of Football. Rithøvundar eru Rafael Buschmann og Michael Wulzinger, sum arbeiða hjá týska blaðnum Der Spiegel. Football Leaks er líkt Wiki Leaks, sum vit kenna Julian Assange frá, men bara í fótbóltsheiminum, har spælarar javnan verða seldir fyri fleiri hundrað milliónir krónur.

 

Les eisini: (Football Leaks) Martial kann blíva enn dýrari

 

Í samband við at bókin kemur út, so hava eitt nú bretskir miðlar fingið atgongd til onkrar av avdúkingunum.

 

Bale heimsins dýrasti

Í 2103 keypti Real Madrid Gareth Bale frá Tottenham. Flestu miðlarnir lýstu skiftið sum tað dýrasta nakrantíð, eftir at sama Real Madrid keypti Cristiano Ronaldo frá Manchester United. Men tá Real Madrid kunngjørdi keypið var prísurin ásettur at verða áleið 770 milliónir krónur.

 

Tað er nakað minni enn tær áleið 800 milliónir krónurnar, sum Real Madrid gav fyri Christiano Ronaldo. Football Leaks avdúkar nú, at Gareth Bale av røttum kostaði Real Madrid 850 milliónur krónur, tí felagið valdi at gjalda fyri fleiri ár.

 

Les eisini: (Football Leaks) Rafa fekk 100 milliónir

 

Sostatt var Gareth Bale heimsins dýrasti, men í avtaluni millum partarnar stendur, at upplýsti prísurin verður 770 milliónir krónur. Søgan sigur, at tað var fyri at verja Cristiano Ronaldo og hansara ego, men tað er ongantíð staðfest.

 

Í dag er ongin ivi um, at Paul Pogba er heimsins dýrasti spælari. Hann kostaði næstan 900 milliónir krónur, tá Manchester United keypti hann frá Juventus.