16. mai boðaði Giktafelag Føroya til fund fyri foreldrum at giktsjúkum børnum. Fundurin var í MBF húsunum, har umboð fyri Giktafelagið, foreldur og onnur áhugaði tosaðu saman um trupulleikar hjá børnum, ið hava liðagikt.
Fyri fólk flest er gikt nakað, ið ein setir í samband við aldurdóm. Men so er ikki fyri øll. Í Føroyum, eins í londunum uttan um okkum, eru børn, ið á ungum árum fáa liðagikt. Ójavnt er hvussu sjúkan artar seg. Hjá summum ger hon so stóran skaða, at persónurin verður avlamin, meðan sjúkan hjá øðrum hevur eina meiri friðarliga gongd, og at enda brennir út, ofta eftir pubertetin.
Hvussu nógv børn hava liðagikt í Føroyum, hava vit ikki neyv tøl um, men í t.d. Danmark verður roknað við at um 600-700 børn hava liðagikt, og at okkurt um 70 børn fáa sjúkuna hvørt ár.
Á fundinum varð skipaður ein foreldrabólkur, sum ætlar sær at arbeiða eftir hesi endamálsorðing:
Foreldur at giktsjúkum børnum er áhugabólkur undir Giktafelag Føroya. Endamálið hjá bólkinum er:
at kunna, vegleiða og stuðla foreldrum at giktsjúkum børnum
at betra viðgerðarmøguleikar
at kunna um sosial rættindi
at vísa myndugleikunum á serliga tørvin hjá giktsjúkum børnum.
Fundurin valdi tvey fólk, ið eru tey, ið onnur áhugaði kunnu venda sær til. Hesi eru Ása Mikkelsen í Vági tlf. 373106 og Tom Joensen á Eiði tlf. 423274.