Foreldur rýma fyri at hjálpa børnunum

Marita og Páll Sigvald Øre fluttu til Danmarkar, fyri at 13 ára gamla dóttirin, sum hevur menningarórógv, kundi fáa ta hjálp henni tørvar Hóast dóttirin fekk staðfest ADHD, vóru eingin tilboð tøk í Føroyum, men danska skipanin kundu bjóði bæði serskúla og vegleiðing og ráðgeving til foreldrini.

Sosialurin hevur í dag drúgva samrøðu við Maritu Øre um, hví tey fluttu og hvussu tað hevur gingið.

Brot úr samrøðuni var eisini send á morgunsendingi hjá Rás2 í morgun, og hendan sending verður endursend í kvøld, mikukvøld.

Tíverri er hetta bara ein av mongum søgum, sum vísa, at føroyska skipanin er fullkomiliga afturútsilgd, tá tað snýr seg um skúlatilboð til børn við menningarórógvi.

Sosialurin hevur seinastu tíðina havt samrøður við fleiri foreldur, sum kenna seg hjálparleys mótvegis einari tungari almennari skipan, har tey aftur og aftur renna seg í stongdar dyr.

Bæði Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í Mentamálum, og Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður í Almanna- og heilsumálum, lova batað á økinum. Í samrøðu við Sosialin, tann 8. februar, siga tey, at tey bæði ynskja at seta fokus á hetta øki og gera hjálpina smidligari.

Viðgerðin av skúlatilboðunum til børn við menningarórógvi heldur fram í Sosialinum í morgin við samrøðu við Ingvald á Kamarinum, sum rekur ein danskan serskúla fyri júst slík børn. Hann søkti fyri tveimum árum síðani Mentamálaráðið um at seta ein líknandi skúla í stovn í Føroyum. Hann undrast í greinini um tøgnina í Mentamálaráðnum, men kritiserar eisini lærarafelagið og pedagogfelagið fyri at finna seg í støðuni.