Foreldur skulu fáa meiri tíð saman við børnunum

Ætlanin er at leingja barsilsfarloyvið – uttan at inngjaldið í barsilsskipanina verður hækkað

Gongst sum ætlað, verður barsilsfarloyvi longt longu nú í heyst.

Tað sigur Henrik Old, landsstýrismaður í arbeiðsmarknaðarmálum.

Hann vísir á, at barsilsfarloyvið er 44 vikur og at endamálið hjá samgonguni er at leingja tað upp í eitt ár. Hivegin vísir hann eisini á, at arbeitt verður við at kvinka barsilsfarloyvi nakað upp afturat, kanska longu í heyst. Men endamálið er at gera tað, uttan at hækka inngjaldið.

Hann vísir á, at seinastu árini er virksemið í landinum nógv økt og sostatt eru lønargjaldingarnar eisini nógv hækkaðar. Tessvegna eru eisini inntøkurnar hjá barsilsskipanini nógv hækkaðar.

Hinvegin er barnsburðartalið eisini hækkað nakað, men framvegis eru inntøkurnar hjá barsilsskipanini hækkaðar meiri enn útreiðslurnar. Hann sigur, at tí verður í løtuni kannað um barsilsskipanin hevur ráð til at leingja barsilsfarloyvi, uttan at inngjaldið til skipanina verður hækkað.

Henrik Old sigur, at tá ið summarferian er av, fer hann at fáa eina uppgerð frá barsilsskipanini yvir inntøkur, útreiðslur og eina meting av, hvussu gongdin fer at vera.

 Og tá ið tann metingin fyriliggur, verður støða tikin til, um tað er ráðiligt at hækka barsilsfarloyvið. Og tað væntar hann eisini fer at henda, soleiðis sum gongdin hevur verið.

Hann sigur, at ber tað yvirhøvur til, verður barsilsfarloyvið longt. Um tað so bara verður ein vika at tað verður longt, so verður tað longt eina viku, tí eisini tað ger mun.

– Men fáa vit loyngt farloyvið í tvær vikur, er tað eitt rættiliga stórt framstig, leggur hann afturat.

Hinvegin sigur hann, at farast skal fram við varsemi, tí tey skulu ikki koma í ta støðu, at tað verður neyðugt at hækka inngjaldið, ella at stytta barsilsfarloyvið aftur