Forførandi várferð

Við Várferðin til brúnna hava rithøvundurin Rakel Helsmdal og teknarin Edward lagt úr hondum eina snøgga bók og ein gandakendan heim, ið draga lesaran til sín


Ummæli



Sniffilin Nói hevur júst varnast at várið er komið, og tað er ikki veðrið, men titrandi, veingjabláa luftin, sum gevur honum vissuna. Bláu veingirnar eiga áarsveimini, ið, við komu síni sunnanífrá, boða, at veturin er av. Nói stendur á áarbakkanum og gleðist og ynskir, at sama áarsveimihúskið aftur í ár skal fara at reiðrast í gomlu trærótini.

Soleiðis byrjar nýggja bókin hjá Rakel Helmsdal, Várferðin til brúnna.


Morgunin eftir kemur trúgvi vinurin, flogkøtturin Vespertilia, fram við. Tey gera av at fara at vita, um vættravinurin, Bessi Bø, er vaknaður úr vetrarsvøvni. Á vegnum hoyra tey eitt ljóð, sum ikki er av teirra heimi. Tey finna Bessa, og tætt við hann, eitt stórt, ýlandi skrímsl.

Eftir ein samanstoyt við skrímslið, velja vinirnir at flýggja. Tey eru ósamd um, hvat tey skulu gera við tað, tí hóast yvirvaksið, tykist skrýmslið barnsligt, og er tí helst í vanda.

Ósemjan førir vinirnar til Ljósberararnar, sum ráða yvir flestu dalbúgvunum. Teir mugu vita, hvørji ráð eru til at taka.

Ráðini eru skelkandi, men ivaleys: Nói skal fara við skrímslinum til drekan Perpetuu at vita, hvat tey skulu gera. Hvørgin kosturin er mjúkur, men soleiðis verður várferðin til.

Í ferðalagnum saman við Nóa eru Vespertilia, Bessi og sjálvandi skrýmslið. Ljósberarnir senda eisini áarsveimivinirnar hjá Nóa aftan á teimum. Avbjóðingin á ferðini er at fáa skrímslið at fylgja teimum og koma fram í øllum góðum. Til hetta fáa vinirnir hjálp frá gomlu vættrakonuna, Oanell.

Tá tey endiliga náa Brúnni er annar ferðadagurin at kvøldið komin og Perpetua ikki at hitta, men mitt á nátt verður Nói vaktur av ógvisligum larmi. Tá má lítli sniffilin, stuðlaður av vísu vættrakonuni, nýta alt sítt dirvi, at tala søkina hjá skrímslinum.



Várferðin til Brúnna er fyrsta bók í røðini ”Úr mosakulluni”. Rakel Helsmsdal hevur skrivað og Edward Fuglø myndprýtt. Saman hava tey lagt úr hondum snøgga bók, ið dregur lesaran/lurtaran at sær. Tú kennir, at upphavsfólkini hava gingið høgt upp í verkið. Síðurnar eru luftigar við mynd ella vignett á hvørjari opnu, og geva tær kenslu av, at tey virðismeta bæði lesaran og sítt egna arbeiði. Myndirnar lokka eisini tey, sum ikki so lættliga verða fangað av teksti, og tær spjaða frískleika og forvitni yvir síðurnar.

Søgan er um sniffilin, Nóa, ið er einsamallur av sínum slag í Dalinum. Friðsama lívið verður knappliga broytt, tí hann verður fyri hending, hann má taka støðu til og gera okkurt við.

Hetta ger, at hann má bróta mørk og vanar og fara á ferð út í tað ókenda, har uppgávur og vandar bíða. Av hesum finnur hann í sær styrkir, hann ikki kendi. Alt sjálvandi við stuðli frá góðum vinum.

Nakrar dagar eftir, at uppgávan at fáa skrímslið heim, er fullførd, sita Vespertilia og Nói uttanfyri holuna hjá Nóa. Tey tosa um tað, Perpetuua hevur sagt Nóa, um teir nógvu heimarnar, sum onkursvegna liggja oman á hvør øðrum, men har nøkur fá hol gera tað møguligt at ferðast ímillum teir.

Nói endar við at siga:”Hon segði, at heilt smáir ungar eru gjørdir av øðrum tilfari enn onnur. Fyri tey er heimurin so lítil, at tey altíð eru miðdepilin í honum, men samstundis er heimurin so stórur, at ongi mørk eru. Alt ber til.” s. 137.

Hetta er miðklangurin í bókini, sum er ein ævintýrsøga, har hugflogið skapar karmarnar. Hugflogið, at skapa annað univers enn okkara kenda, er eisini grundarlag og ørindi høvundans. Ein prísan av serliga barndómsførleikanum at lata hugflogið reika út um vanlig mørk eins og evnunum at hvíla í løtuni og undrast. Evni, sum børn eiga fram um flestu vaksnu. Nói, høvuðspersónurin, er um somu tíð ógvuliga ungur og tó vísur, meðan Oanell, sum hann fær eitt serligt samband við í søguni, um somu tíð er gomul, men dugir væl at seta seg í støðuna hjá yngra ættarliðnum.


Bókin er ognað Felisiu, dóttir høvundan. Munnu møðgurnar báðar ikki onkran dag hava staðið uppi yvir einari mosakullu við eina á, kanska tætt við eina brúgv og hugleitt? Spælt sær við tankan og funnið lítlar heimar í okkara stóra?

Várferðin til Brúnna er hugtakandi heiti. Serliga hesa ársins tíð, hjá okkum, íð dáma best vár og summar. Haldi eisini, at Rakel hevur megnað at fáa fram serligu várkensluna, tá tað er okkum greitt, at seinasti vetrardagurin er farin aftur um.

Yvirskriftirnar hava eins og bókin eitt huglag, sum er merkt av lokkandi forteljigleði. Tær byrja allar við ”Har ið...”. til dømis kapittul eitt: "Har ið Nóa fær vissu fyri at várið er komið". Á tann hátt er lesarin lokkaður inn í søguna, áðrenn hon hevur umrátt seg.

Søgan ”flýtur” sera væl, og málið er lætt, hóast fleiri long og nýggj orð. Hetta eru mest heitir á ævintýrverunum í søguni, til dømis áarsveim, ljósberar, flogkøttur, sniffil og annað.

Fremst í bókini er kort yvir Dalin, so lesarin sær, hvar søgan fer fram.


Sum kunnugt setir bert hugflogið markið, tá um skaldskap ræður. Til ber at skapa univers, eginleikar, persónar og so framvegis. Treytin er ”bara”, at teksturin er væl skrivaður og hongur saman. Sleppur lesarin undan at stúrsa yvir eitthvørt ólogiskt, er tað eydnast høvundinum at forføra lesaran. Eg haldi, at tað í rættiliga stóran mun hevur eydnast Rakel at forføra við Várferðini til Brúnna.

Bert skrímslamálið fekk meg eina løtu út úr søguni, sum eg annars var sogin inn í frá fyrstu reglu.

Eg kom tó skjótt inn aftur í Dalin, og eg kendi tað, sum stóð eg aftan fyri Nóa og Perpetuu og sá skrímslið renna út millum klettarnar og inn aftur í sín egna heim.

Kanska er Nóa nú vorðin forvitin eftir at vita, hvussu skrímslaheimurin er? Eg gleði meg í hvussu er til at uppliva aðrar ferðir og árstíðir saman við lítla sniflinum!