Nevnd og starvsfólk hjá Visit Lindesnes og Tordis Kristina á Rógvi Simonsen, menningarleiðari hjá Visit Vágar.

Forkunnug vitjan í Vágum

Fólk hjá Visit Lindesnes í Suðurnoregi eru í Føroyum og kunna seg um, hvussu føroyskar ferðavinnumenningarstovur arbeiða.

 

Nevnd og starvsfólk hjá Visit Lindesnes og Tordis Kristina á Rógvi Simonsen, menningarleiðari hjá Visit Vágar.

Á kommunuskrivstovuni hjá Vága kommunu í gjár vóru níggju gestir úr Noregi á vitjan.

 

- Visit Lindesnes er menningarstovan hjá Lindesnes kommunu í Suðurnoregi. Tey eru komin til Føroya at kunna seg um, hvussu føroyskar ferðavinnumenningarstovur arbeiða. Tey hava tí verið og vitjað tríggjar menningardeildir, har ímillum Visit Vágar.

 

Bjarni Prior, borgarstjóri í Vága kommunu og formaður í samstarvsnevndini fyri Visit Vágar, tók í móti gestunum, og Tordis Kristina á Rógvi Simonsen, menningarleiðari hjá Visit Vágar, hevði eina framløgu um Visit Vágar.

 

Tordis greiddi frá um tilgongdina, sum Visit Vágar hevur verið ígjøgnum - frá at vera ein kunningarstova fram til 2020 og síðan ein menningarstova (DMO).

 

- Greitt varð frá dagliga arbeiðnum hjá menningarstovuni, týdningin av at arbeiða fram ímóti, at ferðavinnan gerst sosialt, umhvørvisliga og fíggjarliga burðardygg, at veita ráðgeving og at skapa samstørv.

 

Menningarleiðarin greiddi eisini frá um skelting og gøtuskipan fyri at stýra ferðavinnustreyminum, viðlíkahaldi av gøtum gjøgnum eitt nú Closed for Maintenance-átakið, avbjóðingarnar við at arbeiða við tveimum kommunum sum hava ymiskan tørv á menning og avbjóðingar við vantandi lógarkarmi og heimild á ferðavinnuøkinum. 

 

Norsku gestirnir frá greiddu eisini frá tí arbeiði, tey gera í Noregi.   

 

Visit Lindesnes er, eins og Visit Vágar, ein DMO, sum tað verður rópt, men er skipað eitt sindur øðrvísi.

 

- Visit Vágar er kommunalt og er fíggjað av Vága kommunu og Sørvágs kommunu og skipað undir eini samstarvsnevnd. Visit Lindesnes er eitt felags kommunalt og vinnuligt felag. Fíggingini kemur frá kommununi, vinnulívinum og ymiskum verkætlanum.

 

Á heimasíðuni hjá Vága kommunu verður víst á, at teirra arbeiðsøki er deilt í trý - við marknaðarføring, økismenning fyri at tryggja sosiala, umhvørvisliga og fíggjarliga burðardygd í ferðavinnuni og sum tað triðja við ráðgeving til ferðavinnuveitarar.

 

- Øll vóru samd um, at Visit Vágar og Visit Lindesnes arbeiddu eins á nógvum økjum, serliga við burðardygd sum gjøgnumgangandi tema, men at tað samstundis er nógv, sum tey kunnu læra frá hvørjum øðrum, verður lagt aftrat.

 

Nevnd og starvsfólk hjá Visit Lindesnes og Tordis Kristina á Rógvi Simonsen, menningarleiðari hjá Visit Vágar.