Forkunnugur filmur vístur í Nólsoy á Ovastevnuni

Filmurin »Selkvinnen« frá 1953, har »Nólsoyar Páll« er høvuðsleikari, verður vístur í Nólsoy í Royndarhúsinum øll stevnukvøldini. Hetta var fyrstu ferð, at tað eydnaðist professionellum at filma grindadráp

Í 1953 var norskt filmsfelag í Føroyum og tók upp film, sum fekk navnið »Selkvinnen« - á føroyskum »Kópakonan«.
Filmurin byggir á lív Nólsoyar Pálls og hansara stríð móti yvirvøldini í Føroyum. Filmurin samsvarar tó ikki heilt við søguna, sum vit kenna hana. Heitið á filminum kemur av, at søgnin um kópakonuna eisini er flættað inn í søgugongdina.
Nógvar náttúrumyndir ymsastaðni úr Føroyum eru við, eitt nú úr Nólsoy, Koltri, Mykinesi og Saksun. Flestu leikarar eru norðmenn, men føroyingar síggjast eisini. Eitt nú spældu ungfólk úr Nólsoy við sum kópafólk á helluni.
Í filminum sæst eisini grindadráp, og filmsleikar-ar eru við í øllum rokanum. Sagt verður, at hetta var fyrstu ferð tað eydnaðist professionellum filmsfólkum at fáa myndir av grindadrápi.
Ógvuliga fáir føroyingar vita um hendan filmin, og enn færri hava sæð hann, men nú stevna verður í Nólsoy, hevur bygdafelagið »Royndin« lánt filmin frá norska filmsinstituttinum í Oslo. Filmurin er ein góðan tíma langur. Hann verður vístur øll stevnukvøldini í Royndarhúsinum í Nólsoy - fríggjakvøldið kl 21.30 og leygarkvøldið og sunnukvøldið kl 21.00.
Royndarhúsið í Nólsoy skipar eisini fyri dansi leygarkvøldið 7. august kl. 24.00 við Fimmboga Lisberg og Jógvan Olsen.