Forlán besti spælarin

HM2010 - Hóast Uruguay einki heiðursmerki fekk, bleiv Diego Forlán kosin besti spælari, og týski Thomas Müller bleiv toppskjútti, hóast tríggir aðrir skutu líka nógv mál

Stóra stjørnan á landsliðnum hjá Uruguay, Diego Forlán, skoraði fleiri av vakrastu málunum í hesum HM-endaspælinum, og hann fekk eisini flestar atkvøður, tá tíðindafólk skuldu velja ein millum tíggju spælarar, FIFA hevði innstillað til heiðurin sum besti spælarin.
Forlán fekk 23,4 prosent av atkvøðunum, meðan hollendski Wesley Sneijder fekk 21,8 pro­sent og spanski David Villa 16,9 prosent. Sostatt vann Forlán gylta bóltin, ið besti spælarin fær, og hinir báðir fingu ávikavist ein silvur- og bronsubólt.

Müller toppskjútti
Thomas Müller og hinir á týska landsliðnum komu ikki í HM-finaluna, men hann kann ugga seg við, at hann eftir sítt fyrsta HM-endaspæl kundi taka við sær heim gylta skógvin, sum er heið­urin hjá toppskjúttanum í HM-endaspælinum.
Müller, sum eisini var yngsti spælari í kappingini, skoraði fimm mál tilsamans. Tað var hann ikki einsamallur um, men av tí at hann legði upp til fleiri onn­ur mál, enn nakar av hinum kandidat­unum, fekk hann heið­urin sum toppskjútti.
David Villa úr Spania fekk silvurskógvin og Wesley Sneijder úr Hollandi bronsuskógvin. Fjórði maðurin, ið var um boðið, var Diego Forlán, men av tí at spæl­ararnir við fægst minuttum á vøll­inum komu framum, gjørd­ist hann tann skóleysi av teimum…
Spanski málverjin og lið­for­maðurin, Iker Casillas, fekk gylta handskan sum besti málverji í kappingini.