Hóast nógvir fótbóltsviðmerkjarar og fótbóltsserfrøðingar vænta, at 07 Vestur flytur niður í 1. deild aftur, so trýr formaðurin í 07 Vestur, Heðin Jørgensen uppá, at liðið kann yvirliva í effodeildini í ár.
Hann viðgongur tó, at enn hevur 07 Vestur ikki nóg mikið av lokalum kreftum, fyri at kunna yvirliva í tí bestu fótbóltsdeildini, og tí hevur felagið fimm útlendingar í hópinum. Onkur hevur tó verið í Føroyum í so mong ár, at viðkomandi verður roknaður, sum føroyingur í fótbóltshøpi.
07 Vestur flutti niður aftur tær báðar fyrru ferðirnar liðið flutti upp í ta bestu fótbóltsdeildini, men sambært Heðini Jørgensen hava tey lært av teimum royndunum.
Seinnapartin tosaði Rás2 við Heðin Jørgensen. Tað ber til at hoyra prátið við Heðin Jørgensen undir greinini.