Stutt eftir døgverða hósdagin fæst at vita um ein endi fæst á verkfallinum hjá lærarunum, ella ikki.
Tá er seinasta freist hjá lærarunum at lata atkvøðuseðilin inn, har teir skulu siga, antin teir taka undir við semingsuppskotinumm ella ikki.
Og væntandi fer atkvøðunevndin at telja saman beinanvegin.
Men skal dømast rákinum ímillum lærararnar, er tað lítið sannlíkt, at semingsuppsktotið verður samtykt.
Elsa Birgitta Petersen, formaður í Lærarafelagnum, sigur, at bæði á stóra lærarafundinum í Norðurlandahúsinum beint fyri páskir og síðani tá, hava nógvir lærarar funnist at semingsuppskotinum, tí teir halda, at tað er ov vánaligt.
Og Elsa Birgitta Petersen dylir ikki fyri, at hon gevur teimum rætt í atfinningunum.
Tí eisini sjálv er hon ógvuliga ivasom.
Hon hevur longu atkvøtt, men hon vil ikki siga, hvar hon setti krossin.
Men hon heldur, at lærararnir hava fingið alt ov lítið burturúr.
?Vit hava fingið alt ov fá av okkara grundleggjandi krøvum við í semingsuppskotinum.
Hon sigur, at í semningsuppskotinum hava lærararnir næstan ongan tímaniðurskurð fingið fyri meiri álagt arbeiðið og júst tað var høvuðskravið hjá lærarunum.
Harafturat hóvar tað lærarafelagsformanninum sera illa, at ein áseting um arbeiðstíð koyst inn í semingsuppskotið.
? Eftir semjuni, sum varð gjørd við fíggjarmálastýrið í oktober í fjør, halda vit ikki, at arbeiðstíðin var eitt mál, sum vit skuldi samráðast um nú.
? Men tað var eitt ófrávíkiligt krav frá fíggjarmálastýrinum, og tí er tað komið við.
Men tað, sum hóvar Elsu Birgittu enn verri, er, at eftir semingsuppskotinum, sum fíggarmálastýrið hevur góðkent, er talan um eina danska áseting um arbeiðstíð, sum føroyskir lærarar nú skulu arbeiða eftir.
Og tað heldur formaðurin í Lærarafelagnum snøgt sagt ikki ber til at seta í verk í Føroyum.
? Arbeiðstíðin hjá donskum lærarum er ásett eftir heilt øðrum grundreglum, enn vit arbeiða eftir. Eitt nú fáa vit tímaniðurskurð fyri at rætta uppgávur, fyri serundirvísing o.sfr.
Og tað hava danir ikki, so tað ber heilt einfalt ikki til at smoyggja eina danska áseting niðuryvir høvdið á føroyskum lærarum, tí talan er um eina heilt grundleggjandi mun, sigur formaðurin í Lærarafelagnum.
Hon sigur, er tað eisini ætlanin, at ásetingin um arbeiðstíð skal lagast til føroysk viðurskifti.
? Men spurningurin er, um tað er rætt av føroyskum lærarum at góðkenna eina so leysa orðing, leggur hon afturat.
Hon vísir eisini á, at tá ið danskir lærarar fingu sína arbeiðstíð, fingu teir eina munandi lønarhækking í endurgjaldi, og tað er eitt fyrivarni afturat, sum hon hevur til hendan partin av semingsuppskotinum.
Tó ásannar hon, at Lærarafelagið hevur undirskrivað eina avtalu um at áseta arbeiðstíð og tað avtaluna ætla tey ikki at renna undan.
? Men tað er eitt heilt annað mál, sum ikki skuldi takast upp nú, eftir teirri avtalu, sum vit hava gjørt um sáttmálasamráðingarnar nú.
Hví góðtekur nevndin at leggja eitt uppskot fyri lærararnar at taka støðu til, tá ið alt ov lítið er komið burturúr?
? Hetta er ikki eitt uppskot, sum vit hava samráðst okkum fram til. Hetta er eitt uppskot, sum semingsmenninir hava lagt fram. Og tað eru teir, sum hava ræði á samráðingunum.
? Meiningarnar hjá lærarum eru eisini ymiskar og tð gjørdi nevndin av at lata spurningin standa opnan til lærarar at taka støðu til, sigur Elsa Birgitta Petersen.