Hondbóltur
Fríggjadagin í farnu viku skrivaðu vit á hesum síðum um støðuna í dómarafelagnum, nú tað stóð greitt, at bert trý dómarapør høvdu teknað seg til dómaraskeið, sum skuldi haldast um vikuskiftið. Eitt skeið, sum samstundis verður sett sum krav til teir dómarar, sum ætla at døma fyrstudeildarhondbólt komandi kappingarár.
Væntandi undirtøkan hevði tá við sær, at skeiðið varð avlýst, men samstundis verður so ein seinasta roynd gjørd, soleiðis at skeiðið kann haldast beint undan kappingarbyrjan í hondbóltinum.
Eivind Jacobsen, formaður í HSF, sigur, at hann enn ikki hevur sæð skrivið, sum bert er sent feløgunum, men at hann sum so væl skilur støðuna hjá Dómarafelagnum.
- Eg má fyrst og fremst siga, at eg skilji væl trupulleikan. Og samstundis kann eg leggja dent á, at talan ikki er um nakrar trupulleika, sum er serstakur fyri Føroyar. Sjálvur var eg til týsku steypafinaluna í vár, og tá kom eg av tilvild at búgva á sama hotelli, sum dómarapørini. Har standa teir eisini við sama trupulleika, uttan at nøkur endalig loysn er funnin.
- Tí tað er væl eisini soleiðis, at tað at vera hondbóltsdómari, oftani kann tykjast sum eitt slag av urias-posti. Í løtum eri eg næstan av teirri fatan, at feløg vilja hava dómarar til sínar dystir, so tey hava onkran at skelda eftir dystin, og tað kann so ikki vera rætt. Og tað kann heldur ikki vera rætt, tá summi feløg so nærum nokta fyri at spæla, um ávís pør skulu døma teirra dystir. Dómararnir eru neyðugir, um hondbóltskappingin skal spælast, og so er ikki so nógv meira at tosa um tað, heldur formaðurin.
Nógv arbeiði er eftir
Tá komið verður inn á verandi trupulleikan, er Eivind Jacobsen skjótur at svara, at hann so avgjørt ikki hevur nakra patent-loysn upp á trupulleikan.
- Men Hondbóltssambandið fer annað vikuskiftið at hava fund við feløgini um ymisk viðurskifti. Upprunaliga var ætlanin einamest at tosa um leikarasáttmálar og ?bindingar, men sum støðan er, so taki eg tað fyri givið, at dómaraspurningurin eisini verður ein partur av skránni.
- Tí onkursvegna, so eru tað framvegis fleiri lutir, sum mangla á dómarasíðuni. Partvíst er tað so, at vit bara hava nøkur fá pør, sum sýna áhuga fyri døming, men tað má so eisini vera ein uppgáva at økja um hendan áhuga. Samstundis mugu vit so eisini vera opin fyri, at tað sum so ikki tænir nøkrum endamáli, um talið bara verður økt, tí góðskan skal helst eisini fylgja við, og her eru júst slík skeið, sum tey hjá Dómarafelagnum, alneyðug.
- Tað kann so eisini vera, at trupulleikin í hesum førinum er tann, at ætlaða skeiðið var sett á skránna ov langt undan kappingarbyrjan, tí vanligt er jú, at fótbólturin fer avstað við tí nógva hesa tíðina, men tað veit eg so heldur ikki við vissu. Nú verður so ein nýggj roynd gjørd við nýggjum skeiði, og tað er so í øllum førum mín vón, at vit fram til tað hava funnið eina loysn í øllum hesum, sigur Eivind Jacobsen, sum annars tykist bera ótta fyri avleiðingunum, um vit missa bestu dómarapørini, soleiðis sum hóttanir hava ljóðað um.
- Tað eru jú altíð nógvar meiningar um dómarar, men hasi trý pørini, sum vórðu nevnd, eru allar helst tey bestu, sum vit eiga, og gevast teir, so vil tað vera eitt øgiligt bakkast fyri hondbóltin.
- Samstundis vil eg eisini leggja dent á, at fyri okkum í HSF hevur tað verið ein sera stór hjálp, at dómarafelagið er sett á stovn. Bæði tí teir loysa nógvar praktiskar uppgávur í avgreiðsluni av kappingarárinum, men eisini tí dómararnir tá hava sítt egna organ, sum kann viðgera ymsar støður, uttan at nevndin í HSF hvørja ferð skal blandast uppí. Enn hevur felagið so bara eitt ár á baki, men tað vildi verið tungt, um vit skuldu vent aftur til gomlu støðuna, sigur altso HSF-formaðurin, Eivind Jacobsen, at enda.