Formaðurin stendur einsamallur

Alfred Olsen, formaður í tingbólkinum hjá Sambandsflokkinum, ásannar, at Kaj Leo Johannesen stendur púra einsamallur í flokkinum við dreyminum um ein komandi ríkjafelagsskapin

- Vit vita ikki meira enn tað, sum løgmaður boðaði frá í ólavsøkurøðuni. Hann nevndi tá, at tað eru 15 málsøkir eftir at yvirtaka, men hann nevndi einki áramál. Vit vita ikki meira júst nú, heldur einki um eina komandi fólkaatkvøðu.

Tað sigur Alfred Olsen, formaður í tingbólkinum hjá Sambandsflokkinum.

Hann staðfestir, at Sambandsflokkurin hevur enn ikki viðgjørt útsagnirnar hjá Kaj Leo Johannesen, løgmanni, og hann er tí nakað fámæltur, tá hann verður biðin um at seta orð á, hvat fer fram í flokkinum júst nú.

Tingmaðurin Bárður Nielsen, landsstýrismaðurin Johan Dahl og fólkatingsmaðurin Edmund Joensen hava funnist harðliga at dreyminum hjá løgmanni um ríkjafelagsskapin. Hesin síðstnevndi hevur mælt flokkinum til at skifta formann.

Alfred Olsen kann heldur ikki svara, um Sambandsflokkurin stuðlar Kaj Leo Johannesen sum formanni. Hann ger kortini púra greitt, at formaðurin stendur einsamallur í flokkinum við hesum dreyminum.

- Eg kann enn ikki siga, hvussu álvarssamt hetta er, og um vit kunnu styðja ein formann, sum ikki beinleiðis hevur stevnuskránna sum aðalmál. Eg kann ikki seta orð á ósemjuna, fyrr enn vit hava viðgjørt hetta innanfloks, sigur Alfred Olsen, formaður í tingbólkinum hjá Sambandsflokkinum.

Kaj Leo Johannesen hevur fyrr viðgingið, at hann er ein einsamallur indiáni, sum hann málbar seg, tá tað ræður um ríkjafelagsskapin.

SITAT:

Alfred Olsen kann heldur ikki svara, um Sambandsflokkurin stuðlar Kaj Leo Johannesen sum formanni

Myndatekstur:

- Eg kann enn ikki siga, hvussu álvarssamt hetta er, og um vit kunnu styðja ein formann, sum ikki beinleiðis hevur stevnuskránna sum aðalmál, sigur Alfred Olsen