Hergeir Nielsen, løgtingsformaður, duldi í kvøld ikki fyri, at honum ikki líkar, at fíggjarlógin verður skundað ígjøgnum. Hergeiri Nielsen, løgtingsformanni, líkar ikki, at viðgerðin av fíggjarlógini, eftir at fíggjarnevndin í kvøld legði álit fyri tingið, verður skundað ígjøgnum.
Tá ið álitið var lagt fram, segði tingformaðurin, at hann hevði ætlað, at 2. viðgerð av fíggjarlógini skuldi verða týsdagin 28. desember.
- Tilfarið er so mikið rúgvismikið, at tingmenn eiga at fáa tíð og umstøður at seta seg inn í hetta, áðrenn tað verður viðgjørt av nýggjum, segði tingformaðurin.
Kortini varð nýggjur tingfundur ásettur tíggju minuttir eftir, at formaðurin hevði tikið soleiðis til.
Hergeir Nielsen vísti, tá ið hann lýsti nýggja fundin, til stýrisskipanarlógina grein 13:
§ 13. Løgtingsformaðurin boðar til løgtingsfundar og kunnger samstundis dagsskrá. Formaðurin hevur skyldu til at boða til fundar uttan óneyðuga dvøl, um so er, at í minsta lagi tveir fimtingar av tingmonnum ella løgmaður skrivliga biðja um tingfund við dagsskrá.
Fimtan tingmenn, sum eru tveir fimtingar av tinginum, høvdu skrivað undir áheitan á tingformannin um at seta nýggjan tingfund beinanvegin við dagsskrá eitt nú fíggjarløgtingslógina, og tí ásetti formaðurin nýggjan fund at vera klokkan 20.30.
Klokkan 21.50 avgjørdi tingformaðurin eftir áheitan frá 20 tingmonnum at 3. viðgerð av fíggjarløgtingslógini skal verða klokkan 22.00 í kvøld.
At einki orðaskifti var við 2. viðgerð merkir neyvan, at tað er full semja er um mátan, sum fíggjarlógin verður samtykt uppá. Tí er einki at ivast í, at viðgerðin fer at vera í miðlunum, eftir at fíggjarlógin seinni í kvøld verður endaliga samtykt.