Teir fýra størstu flokkarnir í føroyskum politikki eru sera ymiskir og hava hvør sína eyðkenda floksmentan og søgu. Vit hava prátað við Jógvan Mørkøre, samfelagsfrøðing, um leiklutin hjá einum formanni og løgmansevni, um hví teir borgarligu hava so ilt við at vísa á eitt løgmansevni og hví løgmaður hevur so stóra undirtøku, eisini í hinum flokkunum. Stutt sagt: Eitt prát um løgmenn og formenn í teimum fýra størstu flokkunum.
Vit leggja fyri við at spyrja, hví Jóannes fær so stóra undirtøku?
- Hann er tann savnandi figururin, tí hann fær aðrar flokkar afturat sær. Til dømis tá ið Jóannes Eidesgaard meldaði út, at klassastríðið er av. Hetta var júst í trá við javnaðarflokkarnar í hinum londunum, sum royna at nærkast miðjuni, fyri á tann hátt at tekkjast hinum. Og taka vit Visjón 2015, so kann man siga, hvat man vil um tað, men tað gevur eina auru av einum leiðara, sum hugsar fram í tíðina. Hóast hann er ringur at samanbera við Atla P. Dam, so hevur hann “statsmansaura” – hann fyllir nógv og er klárt formuleraður. Tað alfaðirliga hjá Alta P. Dam finna vit neyvan aftur, tað sóu vit týðuliga á valinum í 1984, tá valið á fyrsta sinni varð sent í sjónvarpinum, og flokkurin gekk nógv fram.
Men Jóannes Eidesgaard er kanska meira upptikin av at vera løgmaður hjá øllum fólkinum, og hetta kann geva trupulleikar innanhýsis í flokkinum, tá hann ikki bara førir reinan sosialistiskan politikk. Tá man er meira avrundaður og ikki so markantur, kann tað ørkymla innanhýsis. Men samstundis verður hann lættari hjá øðrum at góðtaka.
- Og hetta hevur kanska júst verið trupulleikin hjá Høgna Hoydal, sum fær nógvan stuðul úr sínum egna flokki: at hann hevur verið meira upptikin av at føra tann rætta flokspolitikkin. Hetta hevur eisini verið neyðugt hjá honum, sum nýggjur formaður, at fólk kenna hann sum ein, sum vil rættan politikk.
- Kanska liggur tað eisini í kortunum, at Tjóðveldi skal ikki hava løgmann, meðan Javnaðarflokkurin hevur traditión fyri at hava løgmann. Hetta sæst eisini aftur í tølunum frá veljarakanningini: Hinir vilja ikki hava Høgna Hoydal til løgmann, og minnist meg rætt, so vilja hinir flokkarnir heldur ikki í samgongu við Tjóðveldi, sigur Jógvan Mørkøre.
Greiður leiðari
Men hví hevur Jóannes Eidesgaard, løgmaður, so nógva undirtøku í nýggjastu veljarakanningini?
Jógvan Mørkøre greiðir frá, at styrkin í Javnaðarflokkinum hevur verið, at hinir gjarna vilja samstarva við flokkin, og at flokkurin hevur verið samdur um, hvør stendur á odda.
- Ongin hevur bjóðað Jóannesi av, og tað hevur ikki ligið í kortunum, at nakar annar skal vera formaður ella løgmansevni. Flokkurin hevur eisini verið sera tilvitaður um hetta, millum annað við at koyra hann fram við stórum plakatum í valstríðunum, sigur Jógvan Mørkøre. Hann vísir eisini á, at í hinum flokkunum hava hinir ikki verið so týðiligir.
- Kanska Høgni Hoydal, men hann var so ungur og óroyndur og skuldi brúka nógv ár til at arbeiða seg fram, so eisini hinir lærdu hann at kenna. Og Sambandið kann ikki semjast um, hvør skal vera formaður, so har er myndin eisini ógreið. Kappingin hevur einamest verið frá Anfinni Kallsberg, men tá ið hann verður svartlistaður í 2004, fær Jóannes vind í seglini. Hóast Anfinn hevur eitt kanónval, kann hann hvørki gerast løgmaður ella koma í landsstýrið. So tað gevur seg sjálvt, sigur Jógvan Mørkøre.
Veljararnir flýggja
Men hvussu ber tað til, at hann varðveitir stuðulin, meðan flokkurin gongur so nógv aftur?
- Fyrrverandi veljarakanningar benda á, at Javnaðarflokkurin missur, tá ið flokkurin fer í samgongu við flokkum, sum veljarin tekur frástøðu frá. Hyggja vit eftir tølunum fyri samgonguynskir yvir tíð, so síggja vit, at javnaðarveljarar vilja samstarva við heimastýrisflokkar, greiðir Jógvan Mørkøre frá. Og hann forklárar víðari, at skaðin hendir, tá flokkurin fer úr einari borgarligari samgongu yvir í eina sjálvsstýrissamgongu. Í báðum førunum fer flokkurin yvir til fíggindan.
- Í hesari veljarakanningini missur flokkurin heimastýrisveljarar í Suðuroynni, umframt at stríðið í sambandi við uppstillingina har hevur kostað. Og aftaná seinastu mánaðirnar við Gerhardi Lognberg í Sandoynni, er flokkurin eisini farin burtur í onki har. So her minkar flokkurin nógv í tveimum sterkum økjum.
Samstundis vísa tølini, at tey, sum vilja hava Jóannes til løgmann, ikki eru ivasamir ella óstøðugir veljarar, men stabilir veljarar úr øllum flokkum, sum kanska síggja hann sum nakað støðufast, tá alt annað er farið á flog, sigur Jógvan Mørkøre.
Gev honum tíð
Hvør er so trupulleikin hjá teimum borgarligu?
- Í Fólkaflokkinum er tað sera týðuligt. Jørgen Niclassen hevur verið lokalpolitikkari og hevur einamest profilera seg við vágatunlinum. At førka seg yvir til at fevna øllum landinum, kann taka tíð, tí hitt hongur enn við. Hann hevur mestan stuðul í Vágum, men slær ikki ordiliga ígjøgnum á landsplani. Tí skal Fólkaflokkurin royna at standa saman um hann, og geva honum ta tíð sum skal til, skal hann koma seg. Anfinn Kallsberg fyllir framvegis nógv í myndini, og tá hann er burtur, fær Jørgen kanska meira pláss. Men tað er givið, at hann er ein politikari, sum skal hava ein savnandi flokk um seg. Hann er skjótari at fara í konfrontatiónir og at speireka hinar, í mun til løgmann, sum ikki luttekur í slíkum. Hann lenar seg harafturímóti afturá og hevjar seg uppum slíkt, meðan Jørgen er við í næstan hvørjum slagsmáli. Hetta forklárar eisini, hví Jóannes Eisdesgaard fær undirtøku frá øðrum, akkurát sum Anfinn eisini fekk undirtøku frá øllum flokkunum.
- Men tilgongdin er eisini týdningarmikil Jørgen kom til við kampvali, og sárini eru ikki heil enn. Men seinast var ongin mótkanditatur, so fær hann friðin, kann tað eydnast. Eitt alternativ kundi verið Jacob Vestergaard, sum fekk nógvar atkvøður við seinasta val. Líkið í lastini hjá Jørgen, har hann bleiv frákoyrdur sum landsstýrismaður liggur eisini enn og bíðar. Eins og við Jóhan Dahl úr Sambandsflokkinum bíðar pressan eftir at grava tey fram aftur. Hetta kann vera trupulleikin við toppolitikarum, sum hava eina fortíð. Ta løtuna, tey koyra Jørgen fram aftur sum landsstýrismann ella løgmann fer pressan eftir honum, og óansæð um tað er rætt ella skeivt, so er tað fullkomuliga oyðileggjandi fyri ein komandi toppolitikara. Í so máta er pressan náðileys og virkar sum fjórða statsmaktin. Ivin kemur ikki ákærda til góðar, tí skulu tað vera rein fólk, sum flokkarnir koyra fram. Anfinn náddi næstan at gerast pínslaváttur, men hann var eisini so sterkur frammanundan. Hesa styrki hevur Jørgen ikki víst enn. Hann skal hava eini tvey ár, og so síggja vit, um hann heldur til eitt komandi val. Anfinn lá ikki so høgt í byrjanini, men hann kom upp, tá hann gjørdist løgmaður. Og Jørgen kann saktans koma fram í einari forhandlingsstøðu.
Undirgrava Kaj Leo
Jógvan Mørkøre vísir á, at í Sambandsflokkinum er trupulleikin áhaldandi stríðið, sum verið hevur líka síðan Pauli Ellefsen fór frá.
- Flokkurin gongur í fleiri bólkum, sum allir bíða eftir at hevna hvønn annan. Hetta er prísurin fyri ferð eftir ferð at sáa iva um evnini hjá Kaj Leo Johannesen við at blíva við at bjóða honum av. Tá setur tú spurnartekin við, um hann er tann rætti. Tá ið tann, sum bjóðar seg fram, fær undirtøku fyri hesum, er tað tað sama sum at siga, at formaðurin er ikki førur fyri at fevna allan flokkin. Hetta er eisini signalið, sum verður sent út um flokkin; at hesin er ikki førur fyri at leiða landið. Høvdu teir ein rættiligan krúnprins ella –prinsessu, var hendan støðan ikki íkomin, tí Sambandið er vanliga ein siðiligur og hampiligur flokkur, sum heldur vil harmoni enn konflikt, sigur Jógvan Mørkøre, sum heitir á Sambandsflokkinum um at binda frið, um teir vilja hava løgmann.
- Og um nakar hevur sátt iva um evnini hjá Kaj Leo Johannesen, so er tað flokkurin sjálvur. Spurningurin er, um tað ber til at bjarga honum. Bárður Nielsen var eitt gott boð, men hann hvarv. Og Jóhan Dahl hevur trupulleikan, at hann bleiv vippaður út av løgmanni. Men tað nýtist ikki at merkja, at hann als ongan møguleika hevur, tí vit hava áður sæð fólk fáa eitt come-back.
Hvussu er við krúnprinsum –prinsessum?
Tað er munur á einum eftirfylgjara ella krúnprinsi og so einum avloysara. Ein krúnprins finnur man sær, tá tíðin líður móti endanum og onnur mugu taka við. Hann verður ofta borin fram av tí, sum hevur valdið, og skal ikki stríða seg fram. Í Javnaðarflokkinum hevur spurningurin ongantíð verið aktuellur, tí ongin hevur nakrantíð verið koyrdur fram. Teir kundu tó lært av trupulleikunum í Fólkaflokkinum og hjá Sambandinum, og fyrireika onkran nýggjan at seta við. Hetta ger man í øðrum flokkum, har formaðurin nærum peikar ein eftirfylgjara út. Um man ikki ger tað, er vandi fyri, at tað verður tilvildarligt og at innanhýsis stríð uppstendur. Tú letur upp fyri einum stríði har ymsu bólkarnir fara upp móti hvørjum øðrum, og tað er ikki altíð fyri børn, tað sum fer fram.
Veikir flokkar
Hvønn týdning hevur tað, at formaðurin stendur sterkur?
- Tað er ikki so lætt hjá hinum at krevja nýval nú, tí so stutt er fráliðið. Stuðulin til ein floksleiðara úti millum fólk er eisini tengt at, hvussu sterkur hann stendur innanfloks. Flokkarnir eru viknaðir nógv í tonglunum seinastu tíðina, so tørvur er á sterkum formonnum. Tað byrjaði við Alfred Olsen í Sambandsflokkinum, síðani Gerhardi og nú eisini Heina. Flokkarnir tódna, tá fólk ganga í sjálvdrátti, og tá tað ongar avleiðingar fær, so kann ongin garantera fyri loyaliteti í einari samráðingarstøðu. Tá man ikki vil taka stig til at ekskludera, so er tað eisini eitt tekin um ómegd og vantandi trúvirði. Tá verður støðan hjá løgmanni nærum sum hjá einum forseta, sum skal fáa tingini at fungera í gerandisdegnum. Tí tekur hann ikki lut í hesum øgiliga høggarínum.
Styrkin hjá Kaj Leo Johannesen viknar hvørja ferð hann verður bjóðaður av, og tá hann so samstundis ikki hevur klárað at traðka í karakter móti Alfred Olsen, so er linjan líkasum løgd. Somu trupulleikar hava bæði løgmaður og Høgni Hoydal, har spurnartekin kann vera sett við, um ein flokkur veruliga er ein flokkur. Samanumtikið má flokkurin stuðla sínum løgmansevni – annars ber onki til, staðfestir samfelagsfrøðingurin at enda.