##med2##
FM1 prátaði í kvøld við allar formennirnar hjá feløgunum, ið hava havt lið í Betrideildini hjá monnum hetta kappingarárið. Tó ikki Tummas Lervig, formann hjá KÍ og Brandur Jacobsen, formann hjá Víkingi, ið FM1 fer at práta við aftaná steypafinaluna millum KÍ og Víking á Tórsvølli komandi leygarkvøld. Við endan av samrøðuni fingu formennirnir høvið at senda eina heilsu og eina tøkk.
Áttandi og seinasti formaðurin, ið var ígjøgnum til eina samrøðu á FM1 var Ingi Hansen, formaður hjá Skála.
- Tað er eitt niðurlag, men ikki ein katastrofa at flyta niður, sigur Ingi.
Ingi heldur, at Skála er væl bjálvað til at taka eitt ár í næstbestu deildini, og hann hevur góðar vónir um, at Skála aftur verður at síggja í Betrideildini í 2024.
Skála var væl við í fleiri dystum fyrsta partin av kappingini, men eftir 10 umfør hevði liðið fimm javnleikir og fimm eittmálstap, men ongan sigur. Tað var súrt hjá Skála, at tað tá ongantíð koppaði til teir, og við tíðini blivu manglandi sigrarnir tað sum feldi Skála.
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra tað sum Ingi Hansen segði í samrøðu við FM1.