Formansstríð sum kann fáa stórar avleiðingar

Tað var uttan iva avtalað, at Astrid Krag skuldi stilla upp til formansvalið í SF, nú Villy Søvndal fer frá, men ein óvæntaður avbjóðari kann spilla spælið

Til fyri nøkrum fáum døgum síðani tóktist greitt, at Astrid Krag, heilsumálaráðharri, skuldi taka við eftir Villy Søvndal sum formaður í Sosialistiska Fólkaflokkinum. Tað einasta, sum kundi forða henni, var umhvørvismálaráðharrin, Ida Auken, men hon vildi ikki stilla upp. Men so boðaði fólkatingskvinnan Annette Vilhelmsen frá, at hon er eisini valevni, og tí verður stríðsval.

Astrid Krag og Annette Vilhelmsen hoyra til hvør sín vong í SF. Astrid Krag er millum teirra, sum hava togað flokkin longri inn ímóti miðjuni, og sum meta luttøkuna í stjórnini sum avgerandi fyri flokkin. Annette Vilhelmsen telist hinvegin millum teirra, sum halda, at luttøkan í stjórnini hevur verið alt ov dýr fyri SF. Hon er tí á ein hátt valevni hjá teimum misnøgdu SF-veljarunum, og teir eru sambært meiningakanningunum rættiliga nógvir.

Politiskir eygleiðarar í Keypmannahavn siga, at formansvalið kann klúgva SF. Men tað er ikki tann einasta avleiðingin, tí so leingi spurningurin um formanssessin í flokkinum ikki er avgreiddur, kann flokkurin ikki taka nakrar týðandi avgerðir í stjórnini, siga teir. Tað er jú ikki vist, at SF-formaðurin hevur somu hugsan um stjórnarsamstarvið tá sum nú.

Avgerðin um formansstarvið í SF fellur tann 13. oktober.