Sum umrøtt her í blaðnum fyrr í vikuni, hevur Fótbóltssamband Føroya nýggjan aðalfund leygardagin, har eitt av málunum er val av formanni. Á seinasta aðalfundi bleiv formansvalið útsett, tí Dánjal Andreasen hevði trekt seg sum valevni, og Frithleif Olsen var tískil einasta valevni. Nú er støðan hin sama, tí Óli Holm, ið bleiv skotin upp sum valevni til formanssessin eftir aðalfundin í februar, er nú einasta valevni, eftir at Frithleif Olsen fyrr í vikuni tók seg aftur sum valevni. Óli Holm er gamal í garði innan FSF, og tí var væntandi, at hann fór at fáa stóra undirtøku millum feløgini, men nú er líkt til, at formansvalið enn einaferð verður útsett.
KÍ væntar útsetan
Í viðtalu við Norðlýsið sigur næstformaðurin í starvsnevndini hjá KÍ, Karl Birgir Isaksen, at hann væntar formansvalið verður útsett. Støðan er tann sama sum undan seinasta funi, og tí vænti eg, at feløgini fara at taka somu avgerð sum seinast, sigur Karl Birgir Isaksen við Norðlýsið.
Karl Birgir Isaksen sigur við Norðlýsið, at á seinasta aðalfundi gjørdi sonur Óla Holm (formaðurin í VB John Henrik Holm blðm.) greitt, at feløgini vóru í tí keðiligu støðu, at eitt av valevnunum til formanssessin hevði trekt seg, eftir at tíðarfreistin til at skjóta upp valevni til formanssessin var farin, og tí var neyðugt, at nýggjur fundur var ásettur. Tískil væntar Karl Birgir Isaksen, at hetta sjónarmið fer at standa við, og at valið verður útsett, so at feløgini fáa til at skjóta upp ella góðtaka verandi uppskot til formanssessin.