Formula-merkið verður verandi

Enn eru samráðingarnar millum FSF og Formula.fo ikki heilt lidnar. Men nógv bendir á, at teldufyritøkan aftur í ár verður høvuðsstuðul fyri bestu fótbóltsdeildina

sponsor-avtala

Stóri knúturin í samráðingunum millum Kringvarpið og Ítróttarsamband Føroya var nýtslan av sponsor-nøvnum. Altso kappingar, sum verða navngivnar eftir einum høvuðsstuðuli.
Tá alt kom til alt, endaði hetta við einum slag av millumloysn, har Kringvarpið »viðurkennir« nýtsluna av slíkum nøvnum. Men har sama Kringvarp tó ikki treytaleyst hevur bundið seg at nýta hesi.

Júst tunga samráðingartilgongdin hevur eisini verið høvuðsatvoldin til, at Fótbóltssambandið og Formula.fo ikki enn hava longt sínamillum stuðulsavtaluna. Ein avtala, sum varð gjørd fyri tvey ár, men har partarnir tó høvdu rætt at siga hana upp eftir fyrsta árið. Kanska serliga við atliti til, hvussu navnið fór at fella í munnin og knappaborðið hjá miðlunum.
Í farnu viku sessaðust partarnir tó við borðið, og sum skilst, so er ein nýggj avtala við at koma undir land.
Áki Johansen á Formula.fo, sigur, at samráðingarnar hava gingið væl.
 Enn eru tó einstakir smálutir eftir at fáa upp á pláss, men vit vóna, at hava eina endaliga avkláring upp á støðuna fyrrapartin av hesi vikuni, sigur hann.