Herfyri keypti Formula.fo KT-fyritøkuna Zenit, sum sostatt er vorðið dótturfelag hjá Formula.fo. Á KT-2006 fara Formula.fo og Zenit í felag at bjóða fram tær mest framkomnu skipanirnar og heildarloysnirnar til virkisportalar innan umsiting, kunning og samskifti á internetinum. Við sínum breiða kunnleika og royndum á KT-økinum metir Formula.fo seg eisini hava røttu skipanirnar til ein og hvønn tørv hjá bæði virkjum og stovnum, sum ynskja eina framkomna og fjøltáttaða heimasíðu.
Tíðar- og tilfeingisskipan
Formula.fo hevur sjálv ment fleiri skipanir, og millum tær kendastu av hesum eru Navision, Løtt Lønn og Total View. Nú bjóðar fyritøkan so viðskiftafólkum tað, sum fyritøkan sjálv rópar fyri eina tíðar- og tilfeingisskipan. Her er talan um eina heildarloysn við fleiri skipanum, ið eru knýttar saman, og henda loysn kann merkja umfatandi sparingar fyri viðskiftafólkini, siga teir báðir Edvard Remberg frá Formula.fo og Sjúrður Horsdal hjá Zenit.
- Vit satsa upp á heildarloysnir, tí vit vilja verða heildarveitarar hjá viðskiftafólkum okkara. Vit vilja loysa allar uppgávur, og tað meta vit eisini, at vit megna, tí vit hava ein ógvuliga breiðan førleika og nógvar royndir, sigur Edvard Remberg.
Microsoft burturav
Sum einasta KT-fyritøkan í Føroyum hevur Formula.fo blivin ein sonevndur Microsoft Gold Certified Partner, og hetta merkir, at talan er um eina KT-fyritøku, sum Microsoft hevur sera stórt álit á.
- Vit satsa 100 prosent upp á Microsoft, og CMS-skipanin hjá okkum er eisini bygd á Microsoft-pallin. Við burturav at satsa upp á Microsoft-pallin, fáa vit nakrar loysnir, sum eru komplettar og integreraðar. CMS-skipanin hjá okkum er eisini rættuliga nógv útbreidd, og hon er í løtuni virkin í 12 londum, greiðir Sjúrður Horsdal frá.
- Allar heildarloysnir hjá okkum byggja á verandi skipanir, og vit kenna skipanirnar so mikið væl, at vit sleppa undan rakstrartrupulleikum við teimum. Somuleiðis eru skipanirnar bygdar upp á sama hátt, og tær hava ongar trupulleikar við at arbeiða saman, sigur Edvard Remberg.
Menna skipanir saman við kundanum
Tá ið Formula.fo mennir eina heildarloysn ella eina skipan, sum ein av teirra kundum hevur tørv á, verður hetta gjørt í neyvum samstarvi við kundan og í mun til tann tørv, sum kundin hevur.
- Tað byrjar altíð sum ein dialogur millum okkum og kundan, og av tí at vit hava eitt breitt úrval av starvsfólki, sum øll hava sínar egnu førleikar, duga vit eisini at síggja tørvin hjá kundanum frá fleiri sjónarmiðum, og tað ger tað lættari hjá okkum at finna fram til júst røttu loysnina til kundan. Vit royna eisini altíð at taka útgangsstøði í dagliga yrkinum hjá kundanum, har skipanin/loysnin skal brúkast. Í mun til fleiri av okkara kappingarneytum hava vit satsa upp á KT burturav í mong ár, og tí hava vit tilognað okkum ein hollan kunnleika til tann tørv, sum er á føroyska marknaðinum, sigur Edvard Remberg.
Sjúrður Horsdal skoytir í hesum sambandi uppí, at tað eisini er vert at leggja til merkis, at hóast gongdin í føroyska samfelagnum hevur verið ógvuliga óstøðug, so hevur Formula.fo megnað at havt ein støðugan vøkstur, og tað hava ongantíð verið reyð tøl á botnlinjuni.
Sjálvavgreiðsla á virkisportali
CMS-skipanin, sum Formula.fo og Zenit fara at bjóða fram á KT-2006, er býtt upp í tvær standardskipanir. Onnur er teirra eginmenta i2.net, sum er grundað á Microsoft tøkni og forrit, og sum nøktar tørvin á framkomnum portalloysnum hjá flest øllum virkjum.
Hin standardskipanin er Microsoft Content Management Server, sum er ein stórskipan, ið er grundarlag fyri mest krevjandi og fullfíggjaðu portalloysnunum til tær størstu fyritøkurnar.
Formula.fo og Zenit meta seg somuleiðis hava tann neyðuga førleikan og neyðugu royndirnar við at gera serskipanir, skipanartillagingar og uppsetingar, umframt integratiónir, sum á ein professionellan hátt stuðla fyritøkum í at fáa virðisøking, betri stýring og eitt hægri tænastustøði á sjálvum virkisportalinum.
Eisini kunnu teir bjóða fyritøkum skipanir, sum geva viðskiftafólkunum hjá fyritøkuni møguleika fyri sjálvavgreiðslu á virkisportalinum. Tað vil siga, at viðskiftafólkið sjálvt kann fáa fatur á tí, sum tað hevur tørv á.
Somuleiðis bjóða teir ráðgeving um, hvussu innihalds- og samskiftisspurningurin best kann loysast á virkisportalinum. Hetta kann til dømis gerast við teimum sonevndu verkstovunum, har luttakararnir við støði í tørvinum í sínum egna virki arbeiða við innihaldinum á heimasíðuni.
Formula.fo og Zenit fara í felag at vísa nakrar av sínum skipanum og loysnum, og teir siga seg vóna, at fyritøkur eru áhugaðir í samstarvi um menning og rakstur av portalloysnum, sum skapa verulig virði.