Forsetin góðkennir loysingina

Sudanski forsetin, Omar Bashir, almannakunngjørdi í dag eina fráboðan, sum alment staðfestir úrslitið av fólkaatkvøðuni í Suðursudan, har ein stórur meiriluti atkvøddi fyri at loysa frá tí norðara partinum av landinum.

-Vit staðfesta okkara virðing fyri valinum og úrslitinum, sum visir, at fólkið hevur valt loysing, stendur í fráboðanini frá forsetanum, sum bleiv kunngjørd í tí almenna sjónvarpinum.

Fólkaatkvøðan í Suðursudan var í døgunum frá 9. til 15. januar, og valnevndin kunngjørdi herfyri, at nógv tey flestu høvdu atkvøtt fyri at loysa.

Nú skulu partarnir samráðast um ymisk viðurskifti, og ætlanin er so, at Suðursudan verður sjálvstøðugt ríki frá 9. juli.