Forsetin í Ghana deyður

Sjónvarpið í Ghana kunngjørdi í dag, at landsins forseti, John Atta Mills, er deyður. Hann fylti 68 seinasta leygardag. Í einari fráboðan frá forsetaskrivstovuni stóð, at forsetin var deyður nakar tímar eftir, at hann var fluttur á eitt hernaðarsjúkrahús í Acra.

John Atta Mills gjørdist ghanesiskur forseti fyri trimum árum síðani, tá hann vann á John Kufuor, men sigurin var tann teprasti í einum forsetavali í landsins søgu.

Hetta var sostatt hansara fyrsta valskeið, og tey flestu væntaðu, at hann fór at stilla upp, tá forsetaval verður aftur í desember, skrivar tíðindastovan AP úr Acra.