Forsinkaðar viðmerkingar

Teitur Vágadal, sjúkrarøktarfrøðislesandi
----------

So eru 3 vikur farnar, samgongan brúkti 2 vikur at finna saman, og spenningurin um hvussu tey komandi 4 árini vera, er sjálvandi øgilig.
 
Avbjóðingar:
Tær eru sjálvandi fleiri. Henda samgongan ella betur sagt, hetta Løgting stendur fyri sera stórum avbjóðingum.
Hvussu skal hallið minkast, hvussu skal tað gerast liviligari í Føroyum, og hvussu fáa vit fólkavøkstur? Hesir spurningar ella beinleiðis vandamál eru tey týðningarmiklastu.
 
Hallið:
Um tað er nakar universiellur sannleiki, so er tað at lán má afturgjaldast, fyrr ella seinni. Føroyar kann ikki halda áfram við hallið, fíggjað av lánið. Tí mugu vit minka um hallið.
Hvussu vit minka um halli, eru fleiri boð um. Rationaliseringar, er eitt oftani nógv neyðtikið orð. Hvat merkir tað? Hava politikari yvirhøvur givið sær far um, hvat tað er og nær tað skal fremjast? Vit mugu tíanverri ásanna, nei! Rationaliseringar er ikki nakað, sum skal fremjast í sparitíðum. Tað skal altíð fremjast, og so kunni vit bara undrast á, hví tað er ikki framt frammanundan? Rationalisering merkir forrestin, at ein betrar um rakstur, so at starvsfólk og mannagongdir gerast betur.
 
Vit skulu øll liva (í Føroyum?)!
Ja, hvussu gera vit tað? Hvussu kan tann einliga mamman við 800 kr/vikuna, forsyrgja sær sjálvari og tveimum børnum? Hvussu gera vit tað áhugavert hjá tí ríka at framhaldandi vera í Føroyum og gjalda sína skatt? Ja, eg tími ikki at svara hasum spurninginum, tí at tað fara altíð at vera tvær síður ella fleiri síður av somu søk. Hagfrøðingurin sigur kanska, at vit skulu hjálpa mammuni, tí at hon ber børn og tískil hjálpir samfelaganum í framtíðini. Ella sigur hann samstundis, at vit hava brúk fyri peningunum hjá tí ríka, fyri at gjalda fyri dagpeningin hjá mammuni o.s.fr. Vit gerast ikki liðug at kjakast um hetta, hvør skal fáa og hvussu nógv? Ein óendalig diskussion, sum skal loysast av 19 fólkum. Men hví 19 fólkum + landsstýrið? Jú tað er samgongan, tað er meirilutin, og meirilutin ræður. Jamen skulu vit øll ikki liva her? Vit hava jú valt 33?! Hví skulu so 33 ikki avgera, hvat hendir í Føroyum? Er tað so ringt hjá 33 at finna útav, hvussu mamman og ríkmaðurin skulu geva til samfelagið? Og forrestin, hví bekymrað vit okkum yvirhøvur fyri ríkmanninum? Er hann ikki ríkur?
Ah ja, tykist innviklað ella okkurt annað.
 
Fólkavøkstur:
Eitt hugnaligt kvøld, ella okkurt heilt annað, og 9 mánaðir seinni, fólkavøkstur!
Tað var tað, hvussu einkult er tað ikki!
Men hov, Føroya stendur í stað! Vit hava ein vøkstur, ella var tað minking?, uppá 21 fólk! 21 fólk! Umleið 600 børn vera fødd árliga, og eini 300 fólk doyggja árliga. Tað átti at givið yvirskot. Men tað gerð tað ikki. Hví tað?
Ein innviklað blanding av frá- og tilflyting, útbúgvingarørindi og liviumstøður.
Nógv var lovað í valstríðnum, millum annað betur kor fyri útbúgving, sum eg trúgvi er svar uppá fólkavøkstur.
 
Míni ráð til Løgting:
1) - Skattur: Hetta er ikki ein samgonguspurningur, men ein samfelagspuringur, hvat og hvørji vilja vit í tí føroyska samfelagnum, vit mugu vita, ikki gita!
2) - Fiskivinnureform: Skuldin er vaksin, teir, sum eru, hava fyrimunir og teir sum vilja sleppa inn, hava tað sera torført við at sleppa inn. Skuldin má minka um fiskivinnan skal framhaldandi vera okkara bein at standa. Løgið forrestin at bara hava eitt bein at standa, hví er einki meira hent á vinnuøkinum?
3) - Útbúgving: Um Føroya vil varðveita tey ungu, mugu vit bjóða teimum meira møguleikar. Vit kunnu ikki bjóða teimum allar møguleikar, men vit mugu bjóða teimum teir grundleggjandi møguleikarnar. Vit hava eitt undirskot í fólkabýtinum. Serliga í árganginum frá 21 til 30 ár er undirskoti eini 200-300 fólk per árgang. Hetta er forrestin partur av teimum, sum fáa børn. Og burðartalið er eisini í minking.
Útbúgving er nógv prædikað, latum okkum vóna at Løgting ger eftir sínum egnu prædikum.
 
Sparingar:
Viðvíkjandi vil eg staðiliga frámæla plenuklipparin. Hann er fyrileytarleysur, og tænir ongum endamálið. Stuttíðarsparingar geva langtíðarútreiðslur.
Eg havi nøkur fá uppskot.
1) Gev Taks meiri pening at arbeiða við, so megnar Taks at røkja sínar skyldur fullvæl.
2)  Endskoða fiskivinnuna beinavegin, og fá rakstrarstuðul úr skipanini.
3) Avtaka floksstuðul. Tað vera brúktar umleið 4 mill til floksstuðul árliga. Á henda hátt finna vit útav hvat grundarlag býr undir teimum ymisku flokkunum. (og tað er altso ikki bara Fólkaflokkurin sum hevur pening)
4) Fráfaringarlønir og dupult gjald til løgtingsfólk og landstýrisfólk avtakast. Í skrivandi stund eru tað 16 løgtingfólk og 3 landstýrisfólk sum fáa óneyðuga fráfaringarløn. Tey hava øll goldið í ALS, so hví skulu tey ikki brúka tað skipanina?
4.1) Lat eisini hesi vælsignaðu landsvaldu sjálvi gjalda sína pensjón. Hví skulu tey ikki vera líkastillaði við okkum onnur deyðiligu?
4.2) Avtak ferðastuðulin og kostnaðarískoyti til tey landsvaldu.
Víðvíkjandi ferðastuðul, fáa tey fyri 100 dagar, ikki 220 dagar sum øll onnur. Og summi fáa upp í 5 ferðir so nógv sum vanlig fólk. Brúka tey kanska rakettbrennievni?
Tá er betur at Løgtingi ger eina skipan, har landsvald leggja kvittanir fram, sum prógv fyri teirra aktuellar útreiðslur, ístaðin fyri eina løgna ógrundað upphædd. Ein skipan sum verður brúkt í øðrum londum og sum gevur eitt nógv størri gjøgnumskygni.
 
Til næstu ferð:
Farna løgtingsval vísti greitt at tey við flestu pengum, koma framat og høvdu tað væl lættari. Fyri nøkur av valevnum var tað ikki hugsingur um at vera í øllum miðlum, tí at tað var snøgt sagt ikki gjørligt, sum Hergeir Staksberg eisini hevur víst á.
So mítt uppskot er, viðvíkjandi komandi vali hetta:
1) Totalt forboð fyri lýsingum í tí almenna rúminum.
2) Greiðar reglur til miðlar fyri gjald av valgreinum. T.d. at bert tey sum sita skulu gjalda, og ikki nýggj valevni. Kanska ein serligan skatt á valgreinar.
3) Kvittanir fyri allar útreiðslur til løgtingsval SKULU fyriliggja fyri stórst møguligt gjøgnumskygni
4) At tingfólk og valevni framleggja øll síni áhugamál, ognir, partabrøv o.s.fr. fyri stórst møguligt gjøgnumskygni
 
Vil so ynskja okkum sum sita her í Føroyum og Løgtinginum góðan arbeiðshug, tí hann fáa vit brúk fyri komandi tíðina.