Mikudagin 2. mars 2011 bórust tey tíðindi, at Súni Schwartz Jacobsen legði frá sær sum stjóri í BankNordik, har hann hevði verið í starvi síðani 1. februar 2006. Orsøkin til, at hann fór úr stjórastarvinum í BankNordik, var at hann tríggjar mánaðir seinni skuldi taka við sum stjóri í hinum stóra bankanum, Eik Banka, og tað gjørdi hann tann 25. mai 2011.
At skifti fara fram í føroyska bankaheiminum, er kanska ikki so løgið, tí hann hevur sína avmarkaðu stødd. Men skifti á ovastu rók eru ikki so vanlig, tí Súni er einasti føroyingur, sum hevur verið stjóri í tveimum føroyskum bankum, fyrst BankNordik og síðani Eik Banka. Og samstundis er Jørn Astrup Hansen forrestin einasti danskari, sum hevur verið stjóri í tveimum føroyskum bankum – sum eisini eru teir báðir stóru føroysku bankarnir.
– At eg havi skift frá einum banka til annan, er nokk ikki tann størsta broytingin, tí fyri meg hevur tað stóra skiftið heldur verið, at eg fór frá at vera grannskoðari til at vera bankastjóri. Gamaní, hevði eg míni 16 ár sum grannskoðari nógv við bankar at gera, millum annað sum ráðgevi í bæði Føroyum og Danmark, umframt at hava reviderað bankar, men sjálvur at standa á odda fyri einum banka, er nakað heilt annað, sigur Súni Schwartz Jacobsen, sum vit hitta á stjóraskrivstovuni í Eik-bygninginum yviri við Strond í Havn.
Men at lívsleið hansara lagaði seg soleiðis, sum hon hevur gjørt tað, hevur eftir hansara tykki fyri ein stóran part staðist av tilvild, tí hetta er ikki nakað, hann hevur lagt sær til rættis, at tað skuldi verða so ella so. Tvørturímóti heldur hann, at tað fyri tað nógva hava verið onnur, ið hava givið honum møguleikarnar, og so hevur hann tikið av.
Ymsir krossvegir
– Tað hevur verið soleiðis, at brádliga kemur ein nýggj støða, har tú stendur við ein krossveg og skalt velja, hvørja leið tú vilt halda. Tá er tað ikki altíð, at tað gongur beint fram, men at tú heldur velur at taka eitt sving til høgru ella vinstru, og soleiðis hevur tað verið hjá mær, sigur hann og nevnir eitt dømi um, hvussu onnur mestsum hava sett út í kortið fyri hann.
– Tá eg fór á HF við Gøtugjógv, so var tað ikki akkurát nakað, eg hevði ætlað mær, tí bøkurnar blivu ikki nógv gloppaðar í barnaskúlanum í Klaksvík ella realskúlanum í Fuglafirði. Men pápi ein vinmann hjá mær helt so, at um eg fór á HF, fór vinmaðurin kanska við, og soleiðis bleiv tað. Upp á tann mátan búnaðist mín lestrartíð spakuliga, tí undan tí hevði eg ikki havt nakran serligan hug til bøkur og lestur yvirhøvur.
Eftir lokið HF-prógv við Gøtugjógv lá leiðin til Havnar, har Súni Schwartz Jacobsen fór á handilsskúla í eitt ár, áðrenn hann so arbeiddi á flakavirkinum Nyki á Toftum í eitt ár, og so fór niður til Danmarkar á handilsháskúla.
– Eg hevði slett ikki ætlað mær at farið grannskoðaravegin, men ætlaði heldur at lesa almennan búskap, men eisini har fluttu tingini seg mestsum av sær sjálvum, so eg fór í holt við cand.merc.aud., sum er teoretiska fyrireikingin til útbúgvingina sum statsgóðkendur grannskoðari. Og eftir lesturin fekk eg starv hjá KPMG í Aalborg, so tá helt eg, at nú var eg blivin danskari og at soleiðis fór tað bara at vera, sigur hann.
– Men tá eg hevði búð í Danmark í ellivu ár, fekk eina uppringing frá Paula Ellefsen, sála, sum spurdi meg, um eg ikki hevði hug at koma til Føroya at arbeiða. Eg mátti siga sum var, at tað hevði eg slett ikki hugsað nakað um, tí vit høvdu tað fínt niðri. Men hinvegin, so passaði tað væl at flyta heim, um tað skuldi gerast, tí tá áttu vit bara teir báðar synirnar, harav annar var farin í skúla og hin skuldi í skúla. Tað bleiv so til tað, at vit fluttu heim í 1996, og síðani hava vit verið í Føroyum.
Endaði í bankanum
Í tíggju ár arbeiddi Súni Schwartz Jacobsen so hjá Paula Ellefsen og endaði eisini við at eiga virki saman við honum, og seinni komu so eisini onnur upp í eigaraskaran, og virkið broytti navn frá KPMG Pauli Ellefsen til at eita SPEKT, sum tað framvegis eitur.
– Men so eitt kvøldið í 2006 var bankastjórin í Føroya Banka, Janus Petersen, í telefonini og var hann rættiliga prátingarsamur. At vit tosaðu saman í telefonini, var einki óvanligt, tí eg var grannskoðari hjá bankanum, men hetta kvøldið vóru ørindini hjá honum, at teir í bankanum høvdu umhugsað at fingið ein stjóra aftrat, greiðir Súni frá.
– Eg helt meg sjálvandi vera ráðgeva hjá honum, so eg royndi at koma fram við onkrum nøvnum, sum kundiu hugsast at komið í kikaran, um so skuldi verið. Men Janus bleiv við at práta, og til endans kom so burtur úr honum, at hann dyrgdi eftir at vita, um eitt stjórastarv kundi verið nakað fyri meg. Tað hevði eg sjálvandi ikki hugsað um, tí eg hevði fínt arbeiði sum grannskoðari og var enntá partnari í virkinum, so eg kundi ikki bara stinga í sekkin har uttan víðari.
Tað gingu aftur nakrir dagar og so var Janus Petersen aftur í telefonini og spurdi Súna, um hann hevði hugsað meira um hetta, men tað segði hann seg ikki hava gjørt. Allíkavæl helt hetta fram við prátið í eina tíð, og Janus koyrdi meira og meira á, og um ársskiftið 2005/06 var prátið blivið so mikið ítøkiligt, at nevndarformaðurin í Føroya Banka, sum var Jóhan Páll Joensen, ringdi til Súna í somu ørindum.
– Hann visti sjálvandi, at Janus og eg høvdu tosað saman, so tá tað nú vísti seg at vera komið so langt, slapst ikki undan, at eg fór at hugsa meira um málið. Tað endaði so við, at eg í januar 2006 gjørdi eina avtalu við nevndina í Føroya Banka um, at eg skuldi koma inn í bankan sum stjóri, og at Janus Petersen so bleiv forstjóri, greiðir Súni frá.
Eik upp á tal
Alt gekk skjótt fyri seg, og brátt var arbeiðsplássið sum grannskoðari á Staravegnum skift út við stjórasessin í bankanum í Húsagøtu, beint við SMS í Havn.
– Tað hendi nógv hesi bæði fyrstu árini, men so fór keðiliga gongdin at merkjast í 2008, og at enda kom so fíggjarkreppan í 2009 og 10. Ikki tí, tað gekk fínt hjá bankanum, hóast fíggjarkreppan gjørdi um seg nógvastaðni, men krepputíðirnar merktust allíkavæl. Vit fingu ikki gjørt alt tað, vit gjarna vildu, men hildu annars, at vit sum heild høvdu handlað í tøkum tíma, so bankin kom væl ígjøgnum tað heila og síðani millum annað hevur økt um sítt virksemi uttanlands, sigur Súni Schwartz Jacobsen.
– Hinvegin sóu vit í 2010, at alt gekk ikki so øgiliga væl hjá størsta kappingarneytanum, sum var Eik Banki, tí vit fingu fleiri kundar, sum valdu at skifta. Og í september 2010 bleiv tað jú alment, at Eik Banki koppaði. Tað ávirkaði sjálvandi nógv í Føroya Banka tá, tí vit upplivdu eina ávísa flyting av kundum, sum komu til um tað mundið. Men eg má tó siga, at allíkavæl blivu teir allarflestu verandi í Eik Banka, umframt at tað eftirfylgjandi vísti seg, at nógv komu aftur, tá tað ringasta var avhasað.
Sum altíð, tá kreppa rakar onkrastaðni, verður nógv tosað, og meðan teir á heysti í 2010 royndu at fáa Føroya Banka sigldan so væl millum skerini sum gjørligt, ringdi ein kenningur til Súna og róði framundir, at nú bleiv hann sikkurt skjótt stjóri í Eik Banka. Hetta var ein, sum »veit nokk so væl«, sum Súni málber seg, men tó hugsaði hann ikki meira um tað.
– Men um ársskiftið 2010/11 ringdi Gunnar í Liða, táverandi forstjóri í TF Holding, so til mín og spurdi í trúnaði, um tað hevði mín áhuga at gerast stjóri í Eik Banka, um TF Holding keypti bankan frá Finansiel Stabilitet. Hví eg bleiv spurdur, veit eg ikki, men sjálvandi er kanska eitt sindur avmarkað, hvussu nógvir bankastjórar finnast í Føroyum, og eins og tað var hent onkuntíð áður, gjørdist hetta so líðandi eisini ein lokkandi møguleiki, ásannar Súni.
– Tað endaði so við, at eg fór úr BankNordik í februar 2011, og ein partur av avtaluni var so, at eg ikki skuldi byrja beinanvegin, men brúka tríggjar mánaðir til at »køla av«, um eg so kann siga. Tað, sum so bleiv nokk so stuttligt við tí, var ein annar møguleiki, ið stakk seg upp samstundis, tí eg var í holt við at taka eina MBA-útbúgving, sum kundi brúka hesa tíðina uppá at gera lidna, so eg keddi meg ikki, hóast eg ikki var til arbeiðis hesar tríggjar mánaðirnar, meðan eg bíðaði eftir at taka við nýggja stjórastarvinum.
Enn ein stjórasess
Hetta við at seta seg í stjórasessir, var ikki heilt avhasað enn, tí eftir at Súni Schwarz Jacobsen hevði røkt starvið sum forstjóri í Eik Banka fram til á heysti í 2013, fekk hann ein fyrispurning frá nevndini í TF Holding, um hann hevði áhuga fyri at gerast forstjóri í TF-samtakinum.
– Tað má eg viðganga, at eg heldur ikki ordiliga hevði sæð komið, men eg valdi so at taka av, so tí havi eg eisini verið forstjóri har síðani november í fjør. Og tað merkir so aftur í veruleikanum, at eg havi tríggjar forstjórasessir at røkja, tí fyri at kunna vera forstjóri í TF Holding, má eg í grundini fyrst vera forstjóri í Ognarfelag Tryggingartakaranna, so tað er triði sessurin í so máta, tá vit tosa um at vera forstjóri, sigur Súni, ið ikki dylur fyri, at tað serliga er eitt, ið ger tað møguligt at røkja hesar sessirnar.
– Eg havi nógv og gott fólk rundan um meg, tí bæði í bankanum og tryggingarfelagnum eru vit væl fyri við dugnaligum starvsfólkum, og hóast uppgávurnar kunnu vera ymiskar á teimum báðum støðunum, eru vit før fyri at lyfta tær.
At munur er á tí, sum gerandisdagurin í Eik Banka fevnir um og so tí, sum merkir arbeiðið í TF Holding, er nakað, Súni Schwartz Jacobsen leggur stóran dent á, tí bæði eru arbeiðsgongdirnar ymiskar, men so sanniliga eisini fortreytirnar.
– Nú kom eg fyrst í Eik Banka sum forstjóri, og har hevur uppgávan hjá okkum verið at bygt bankan upp og styrkt hann, so hann í dag er væl koyrandi, meðan tað í TF-samtakinum er heilt øðrvísi, tí tað hevur koyrt í 75 ár og hevur ongantíð verið í trupulleikum. Vit kunnu siga, at Eik Banki er komin upp á pláss, meðan TF Holding altíð hevur verið upp á pláss, sigur hann.
– TF-samtakið fevnir um fleiri organisasjónir, og har havi eg ta yvirskipaðu dagligu ábyrgdina, sum merkir, at eg skal á fleiri fundir og hugsa um fleiri ting. Eg skal minnast til, hvar eg eri, tí har eru jú fleiri áhugamál, dóttirfeløg og so víðari, men eg haldi ikki, at tað er ein størri belastningur sum so, tí við góðum fólki verða tingini gjørd. Í TF Holding er talan fyrst og fremst um dagliga leiðslu og at avtala við teir ymsu leiðararnar, hvat skal gerast. Í Eik Banka eri eg meira »hands on«, tá vit tosa um stórar kredittir og sovorðið, meðan tað í TF Holding meira snýr seg um at leggja kósina og fylgja tingunum upp.
Langir dagar
Við so nógvum um oyruni, so sigur tað seg sjálvt, at arbeiðsdagarnir onkuntíð verða langir, umframt at tað kanska ikki altíð er so lætt at finna fríløturnar í nógva meldrinum.
– Eg havi altíð arbeitt tað, sum er neyðugt, og tað er tað. Eg hugsi ikki so nógv um, hvat klokkan er, men royni at fáa tað gjørt, sum skal fáast frá hondini. Vanliga morgnar eri eg nokk á fótum um ta tíðina, sum tey flestu eru tað, og so eri eg til arbeiðis klokkan átta ella hálvgum níggju um morgunin, sigur Súni Schwartz Jacobsen.
– Men tað er sum heild nokk so flótandi hjá mær, nær eg havi frí og nær eg eri til arbeiðis, tí í prinsippinum havi eg ongantíð frí, men standi við míni arbeiðsábyrgd 24 tímar um samdøgrið. Og tað verður ofta til tað, at eru tað ikki fundir, sum fara við tíðini, so verður tosað nokk so nógv í telefon, og tað ger seg eisini galdandi í nokk so stóran mun, tá eg eri heima. So tað er klárt at tað vil vera ein avbjóðing fyri familjulívið.
Súni ásannar, at hann helst onkuntíð er minni við enn so nógvir aðrir menn, og at eitt og annað fer aftur við borðinum av somu orsøk. Men hann hevur altíð arbeitt tað sum krevst og hann kennir tað heldur ikki strævið at vera í gongd.
– Far tó ikki skeivur av mær, tí eg kann saktans eisini hava frí, og eg dugi væl at slappa av. Nú eru børnini eisini vaksin, so tað broytir tingini kanska eitt sindur. Men mín frítíð snýr seg samstundis nógv um at vera heima við familjuni, og eg havi ikki so stóran tørv á at skula fara út, tá eg havi frí, tí eg í tí dagliga síggi nógv fólk. Og eisini fari eg í Yndi av og á, so kroppurin fær eitt sindur av venjing, og har møtir tú eisini fólki, so tí fellur tað mær lætt at vera heima, tá eg havi frí, sigur hann.
– Og hóast eg ikki fyrr var tann stóri lesihesturin, so lesi eg nógv, tá eg havi møguleika fyri tí. Men har má eg so viðganga, at nógv tað mesta av tí, sum eg lesi, er fakligur lesnaður. Tað kemst nokk av, at eg eri so býttisliga innrættaður, at eg tími bara at lesa tað, sum eg kann brúka til nakað..
Bjartari næsta ár
Tá vit tosa um og við mannin, sum situr við evstu leiðsluábyrgd í Eik Banka og TF Holding, skerst ikki burtur, at talan er um stór virði, Súni Schwartz Jacobsen hevur um hendi, og tí er eisini rættiliga náttúrligt at spyrja hann, hvussu hann sær fyri sær, at gongdin í føroyska samfelagnum er og verður.
– Vit hava síðstu tvey ella trý árini sæð eitt rímiliga varisligt virksemi, men fordeilingin er øgiliga skeiv, og í høvuðsvinnuni, sum sjálvandi er fiskivinnan, hevur tað gingið væl hjá summum og illa hjá summum, og vit síggja, at meðan eitt bein hevur tað gott, hevur eitt annað tað verri. Í miðal má sigast, at tað hevur gingist hampuliga væl, men tað hevur bara ikki gingið væl allastaðni, sigur hann.
– Hinvegin síggja vit, at Eitt nú byggivinnan, sum hevur havt tað tungt, kanska er við at fóta sær aftur, tí so nógv og vaksandi byggivirksemi er, samstundis sum stórar íløgur verða gjørdar hjá bæði tí almenna og tí privata, og innflutningurin stendur eisini í vøkstri, tí nøkur ting eru í gongd. Bankarnir hava tó eisini sæð eina ávísa stagnasjón í útláni, tí fólk ikki hava vilja brúkt pengar, men heldur hava viljað konsoliderað seg. Nú veksur tað tó eitt sindur, so eisini har sær tað út til at venda rætta vegin aftur.
Súni Schwartz Jacobsen vísir á, at tá talan er um útflutningin, so er alingin ein sólskinssøga, tí tað har hevur gingist so væl, men samstundis saknar hann ein vøkstur í fiskaframleiðsluni á landi annars, tí har sæst ikki so nógv til nakran vøkstur.
– Støddin á framleiðsluni í høvuðsvinnuni er ikki tað, sum hon hevur verið, men tað er ikki har, eg síggi tann størsta vansan. Hann haldi eg heldur vera, at tað almenna hevur hall á fíggjarlógini, og hóast pensjónirnar nú verða forskattaðar, er framvegis hall, og tí er eisini vandi fyri, at almenna skuldin kann fara at vaksa ov nógv, sigur hann.
– Vansin tá er, at verður okkurt gjørt, kann tað henda ov ógvusligt. Tað er fínt, at stig verða tikin, tá búskapurin er til tað og tolir tað, men er hann ikki nóg sterkur, so er tað ikki so gott. Nógv ting peika tann rætta vegin, og hóast nøkur tíverri peika skeiva vegin, so sær tað sum heild ikki so galið út. Og skipanin er altíð merkt av einum ávísum trekleika, so tingini ikki altíð henda beinanvegin, og tí vil eg skjóta uppá, at vit kanska ikki síggja tær stóru broytingarnar í ár, men at tað fer at síggja eitt sindur bjartari út aftur í næsta ár.
Alt hetta er sjálvandi við til at ávirka gerandisdagin hjá trífalda forstjóranum, sum ikki sjálvur er harri yvir, hvussu yvirskipaða samfelagsmyndin sær út, men kanska er ein av teimum, ið merkir tað mest, tá stóru broytingarnar henda.
– Fyri TF-samtakið hevur tað týdning, at tað er robust og stabilt, tí tað skal ikki vera ivi um okkara fíggjarligu styrki og okkara fíggjarligu førleikar, sigur Súni Schwartz Jacobsen, ið enn einaferð vísir á, at mið og mál hjá Eik Banka og Tryggingarfelagnum gjarna síggja øðrvísi út, tí bankavirksemi og trygging jú eru hvør sítt.
– Bankin hevur lagt seg eftir ikki at dríva ein eftirspurning, tí tað er umráðandi fyri okkum, at vit ikki økja útlánini, uttan at ein orsøk er til tað. Vit vilja sjálvandi gjarna vera við, har sum tað hendir, og vit eru eisini í eini kapping á føroyska fíggjarmarknaðinum, ið kanska ikki er so sjónsk uttan fyri okkara veggir, men sum vit í bankaverðini veruliga merkja væl. Føroyski fíggjarmarknaður er sera livandi og kappingin sera hørð.
- - -
FAKTA:
Blá bók
Súni Schwartz Jacobsen er 50 ára gamal, føddur í Klaksvík, har hann búði síni fyrstu 11 ár, uppvaksin í Norðagøtu og hevur annars búð fleiri ár í Danmark, og nú býr hann á Argjum saman við konu síni, Anitu (fødd Solmunde) úr Søldarfirði, og eiga tey børnini John Schwartz, 27 ár, Jan Schwartz, 23 ár, og Joan, 13 ár. Súni er útbúgvin statsgóðkendur grannskoðari og hevur eisini MBA-prógv í vinnu og umsiting. Frá 1990 til 1996 starvaðist hann sum grannskoðari hjá KPMG Danmark í Aalborg, frá 1996 til 2006 var hann grannskoðari og medeigari í KMPG Pauli Ellefsen (seinni SPEKT), frá 2006 til 2011 var hann stjóri í Føroya Banka (seinni BankNordik), og frá 2011 hevur hann verið forstjóri í Eik Banka og frá 2013 eisini forstjóri í TF Holding, umframt Ognarfelag Tryggingartakaranna. Haraftrat røkir Súni eisini álitisstørv sum nevndarlimur í ymsum feløgum, og í fleiri av hesum nevndum er hann formaður ella næstformaður.