Barnaporno
Flestu okkara hava eina fatan av, at tað er ein lítil bólkur, ið er sosialt illa fyri, sum leitar sær á alnótina fyr at hyggja at barnaporno. Eingin kona trýr, at hennara egni maður fæst við slíkt.
Danski sexologurin og sálarfrøðingurin, Rikke Juul, hevur drúgvar fakligar royndir innan barnaporno á alnótini.
Til fyri nøkrum heilt fáum árum síðan vístu kanningarnar, at tað vóru fyrst og fremst pedofilar, sum leitaðu sær á netið eftir barnaporno. Vanliga funnu nakrir pedofilar saman í sonevndar pedofilar ringar. Kravið fyri at sleppa at vera partur av slíkum ringi er vanliga, at tú hevur nakrar myndir av børnum, sum tú skiftir um við aðrar limir í bólkinum, fortelur Rikke Juul.
Danski sexologurin og sálarfrøðingurin greiðir frá, at granskarar seinastu árini nýta størri og størri orku á økinum, sum kannar barnaporno á alnótini
Nýggjast kanningarnar vísa, at myndin av, hvør leitar sær á alnótina, er broytt.
Vanligir menn
Rikke Juul vísir á, at nýggjastu kanningarnar vísa, at tað eru í størri og størri mun eru »vanligir menn«, sum leita sær á netið.
Vit hava fleiri og fleiri dømi um menn, sum hoyra ella lesa um barnaporno í fjølmiðlunum og gerast forvitnir. Teir fara tí á alnótina fyri at fáa meira at vita um evnið og verða síðan hugtiknir av hasum heiminum. Spenningurin og forboðið í samband við barnaporno hugtekur teir serliga, sigur danski sexologurin og sálarfrøðingurin.
Hon leggur afturat, at talan er um heteroseksuellar, giftar menn, har flestu viðurskifti í lívinum rigga, sum tey skulu.
Tá hesir menn finna út av, at teir brádliga eru blivnir hugtiknir og uppøstir av at hygga at misnýttum børnum, kenna teir seg ómetaliga illa. Vit skulu jú minnast, at hvør mynd á netinum er kynsligur ágangur ímóti einum barni. Tá hesir menn viðurkenna hetta, fara teir fullkomiliga niður við flagginum, sigur Rikke Juul.
Hon leggur afturat, at talan er um menn í øllum sosialum bólkum, alt frá læknum til verksmiðjuarbeiðarar.
Eru tað bara menn, sum leita sær á netið?
Kanningarnar vísa, at tað fyrst og fremst eru mannfólk. Men sjálvandi eru tað eisini kvinnur, sum hyggja at barnaporno, men tær eru í greiðum minniluta. Í mínum dagliga arbeiði vísir tað seg eisini, at tað er fyri tað mesta menn, sum leita sær hjálp á mínari privatu klinikk.
Gott samstarv
Danski sexologurin og sálarfrøðingurin ásannar, at tað er ómetaliga trupult at koma barnaporno á alnetinum til lívs. Hon fortelur, at tað er ein ómetaliga stórur marknaður fyri barnaporno á alnótini kring allan knøttin.
-Tað er rættiliga óhugnaligt, at so nógvur peningur skal vera í at fremja kynsligan ágang móti børnum, men tað er tíverri veruleikin í dag.
Hon fegnast kortini um, at økta samstarvið millum løgregluna og telefyritøkurnar hevur havt við sær, at tað hevur verið lættari seinastu árini at finna fram til hesi fólk, sum leita sær á alnótina eftir barnaporno.
Trupulleikin er gjørdur nógv sjónligari, nú telefyritøkur og løgreglan eru farin at samstarva tættari. Samstarvið vísir seg eisini at rigga væl og fleiri og fleiri fólka verða fangað, og tað er sjálvssagt at fegnast um. Tú mást leggja tær í geyma, at hvørja ferð ein fer inn á netið eftir slíkum tilfari, stuðlar tú teimum, sum gera seg inn á børn til at framleiða fleiri myndir og filmar, sigur Rikke Juul.
300 leitingar
Føroya Tele kunngjørdi í farnu viku, at 300 føroyskar leitingar eru dagliga á barnapornografiskum heimasíðum. Hetta kom Føroya Tele fram til við hjálp av einum filtri, ið varð ment í samstarvi við donsku ríkisløgregluna og Red Barnet.