Tað er púra javnt millum Teit Joensen og Ólav Larsen í tippikappingini í Fótbóltspanelinum, ið er at hoyra seinnapart fríggjadag á Rás2. Farna umfar vann Ólavur Larsen, sum fekk seks stig samanlagt.
Teitur Joensen fekk bara tvey stig fyri eitt rætt útfall, meðan André Olsen dragnar við ongum stigi hesaferð.
Tveir av trimum hava HB at vinna á Víking í Sarpugerði í kvøld.. Ein dystur, sum kemur at hava stóran týdning fyri hvussu oddastríðið kemur at síggja út.
Teitur Joensen:
AB - B68 2-2
B36 - ÍF 3-1
NSÍ – EB/S 2-3
Skála - KÍ 1-3
Víkingur - HB 1-2
Ólavur Larsen:
AB-B68 1-1
B36-ÍF 2-1
NSÍ-EB/S 3-2
Skála - KÍ 1-2
Víkingur-HB 1-1
André Olsen:
AB-B68 1-2
B36-ÍF 3-1
NSÍ-EB/S 1-2
Skála-KÍ 0-2
Víkingur-HB 1-3
Stigatalva:
1. Teitur Joensen 82 (Stig)
2. Ólavur Larsen 82
3. André Olsen 56
Rætt úrslit = 5 stig
Rætt útfall = 2 stig
15. umfar í Effo-deildini:
Í dag:
NSÍ – EB/Streymur (18.00)
Víkingur – HB (19.00) Beinleiðis á Rás2
Skála – KÍ (19.00)
AB – B68 (19.00)
B36 – ÍF (19.00)