Fótboltspanelið: Tippa Effo-deildina

Í dag fer Fótbóltspanelið at meta um Effo-deildina fyri 2014

Fótbóltspanelið fer í dag at meta um Effo deildina 2014. Í morgin verða fyrstu dystirinir í Effo deildini hesaferð. Tríggir dystir eru á skránni, EB/Streymur–HB, B36-Skála og Víkingur – AB.

 

Hoyr Fótbóltspanelið klokkan 16 í dag

 

Rás2 sigur frá dystinum í Streymnesi millum EB/Streym – HB, og dystin í Gøtu millum Víking og AB. Rás2 byrjar at senda klokkan 14.

 

Les eisini: Fótbóltspanelið: Skal TB eisini revsast ítróttarliga?

 

Fótbóltspanelið fer at meta um hvat liðini enda í komandi kappingarári. Luttakarar í Fótbóltspanelinum eru Tróndur Arge, frásøgumaður á Rás2, André Olsen, ítróttarskrivar í Miðlahúsinum og Ólavur Larsen, fyrrverandi formaður í ÍF.