Við fyrsta snarið mundi hon komið á gula gekkin og harvið vunnið hálva millión krónur. Men gekkur in steðgaði beint eftir gula gekkin, á øðrum plássi aftaná, har gekkaupphæddin vísti 10.000 kr. Men eftirsum at hetta var fyrsta snarið, valdi Fríðbjørg Hammer at steðga og fáa tær 50.000 krónur, sum hon fekk við at fimmfalda upphæddina, so sum fyrst snarið gevur.
– Ja Fríðbjørg, tú hevur 50.000 krónur í fyrsta snarið, segði Petrina Berg, gekkavertur.
– Eg sigi túsúndtakk, svaraði Fríðbjørg Hammer.
– Tú steðgar?
– Ja eg steðgi! Annars endi bara við at fáa 10.000 króur við mær heim.
– He he, ja tað fara vit so ongantíð at finna út av, svaraði gekkaverturin, sum legði afturat:
– Tú fært so í øllum førum 50.000 krónur í kvøld, skattaríar enntá!
Soleiðis gjørdist Fríðbjørg Hammr í Havn 50.000 krónur ríkari í kvøld.