Frá dómadagstalu til himmalskan einglasong

Tjóðveldistingmaðurin, Tórbjørn Jacobsen, vil hava at vita frá landsstýrismanninum, Bárði Nielsen, hvør orsøkin er til, at hann nú brádliga hevur skift hugsan um føroyska búskaparstøðuna

Niðurgongdstíð ella uppgongdstíð í føroyska búskapinum. Hesum sleppur landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, Bárður Nielsen, at greiða nærri frá á tingsins røðarapalli seinnapartin í dag.
Í viðtalu við Sosialin leygardagin, greiðir landsstýrismaðurin í fíggjarmálum frá, at gongdin í føroyska búskapinum er við at kvinka upp eftir. Seinastu mongu mánaðirnir hevur verið at hoyrt, at vantandi fiskaprísir og ILA-sjúkan hava havt við sær, at føroyski búskapurin gongur verri tíðum ímóti.
Útsøgnin hjá landsstýrismanninum leygardagin kom tí óvæntað , tí hon stríðir ímóti teimum útsøgnum, sum hava verið um føroyska búskapin seinasta árið.
Viðtalan við Sosialinum hjá Bárði Nielsen um føroysku búskaparstøðuna hevur fingið tjóðveldistingmannin, Tórbjørn Jacobsen upp úr stólinum.

Andsøgn
Tórbjørn Jacobsen vil fegin hava at vita frá Bárði Nielsen, hvussu tað ber til, at landsstýrismaðurin í fíggjarmálum brádliga hevur broytt áskoðan viðvíkjandi føroysku búskaparstøðuni.
Tjóðveldistingmaðurin vísir á, at Bárður Nielsen fyri fáum døgum síðan alment hevur givið til kennar, at búskaparliga niðurgongdstíðin er byrja í Føroyum og hetta stríðir ímóti útsøgnini í Sosialinum leygardagin, har hann sigur, at føroyski búskapurin kvinkar upp eftir.
Fyri at fáa greiðu á málinum hevur Tórbjørn Jacobsen orðað ein munligan fyrispurning til landsstýrismannin í fíggjarmálum:
-Fyri einum mánaða síðani segði landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, í einum tíðindaskrivi, at nú var búskaparliga niðurgangstíðin byrja í Føroyum. Í viðtali við Sosialin leygardagin sigur sami landsstýrismaður m.a. at metingarnar nú vísa at inntøkurnar hjá landskassanum fara at kvinka uppeftir aftur í komandi ári, kann landsstýrismaðurin siga okkum hvør orsøkin er, og hvat ið grundarlagið er undir hesum sjaldsama signalforvirringi?