Av tí at Norröna ikki slapp úr Tórshavn fyrr en tíðliga í morgun er fráferðin úr Hirtshals í morgin eitt sindur seinkað.
- Vit vænta, at Norröna verður í Hirtshals leygardagin umleið klokkan 17, sigur Svein í Heiðunum, tænastu- og góðskuleiðari á Smyril Line.
Seinkingin merkir, at nakrar broytingar verða viðv. check-in:
- Check-in letur upp kl. 13:00 (bæði fyri ferðafólk í bili og til gongu).
- Check-in letur aftur kl. 18:00 (bæði fyri ferðafólk í bili og til gongu).
Fráferðin úr Hirtshals verður so skjótt sum Norrøna er klár at sigla.
À Smyril Line hava starvsfólkini í dag ringt og sent teldupost til tey ferðandi. Tað hevur eyðnast at fáa fatur í næstan øll - men nøkur mangla enn.
- Vit vita annars frá skiparanum, at hann væntar gott verður á heimferðini, sigur Svein í Heiðunum.