1964: Ólavur kongur opnar dagsins Fornebu-terminal
1965: Stórtingið semist um at Fornebu í framtíðini ikki kann vera tann einasti sivili flogvøllurin í Oslo-økinum.
1968: Stórtingið setir nevnd sum skal finna egnað pláss til nýggjan flogvøll.
1970: Nevndin nevnir Gardermoen, Hurum, Hobøl og Ås sum møguligar flogvallar-vertir.
1971: Stórtingið samtykkir at Fornebu ikki skal stongja, men flytir alla charter-ferðslu til Gardermoen. Samstundis verður eitt øki í Hobøl sett av til nýggjan flogvøll.
1977: Gardermoen gerst avloysara-flogvøllur hjá Fornebu.
1984: Øki í Hobøl verður leysgivið og samstundis sigur Stórtingið at flogferðslan skal býtast millum Gardermoen og Fornebu.
1986: Luftfartsverket vísir á Hobøl, Hurum og Ås sum møguligar flogvallar-vertir.
1987: Stjórnin semist um Gardermoen.
1988: Stórtingið samtykkir at Hurum skal veljast. Stjórnin er ikki samd.
1989: Ein frágreiðing um mjørkaviðurskiftini í Hurum ger at hesin møguleikin fellir burtur.
1990: Stórtingið steðgar Hurum-fyrireikingini, og vil hava at Gardermoen verður kannað sum ein møguleiki.
1992: Í oktober kemur endiliga Gardermoen-samtyktin. Byggjast skulu tvær rullibreytir, 13 ferkilometrar skulu brúkast til flogvøllin og pr´siurin skal vera innanfyri 11,4 milliardir krónir.
1992: Í november leggja NSB (tokfelagið) og vegmyndugleikarnir fram sínar ætlanir. Samlaði kostnaðurin fyri flogvallar-ætlanina er settur til 17,8 milliardir
1993: Grannarnir í øðini tí endurgjaldið er ov lágt. Myndugleikarnir góðkenna byggiætlanina sum førir við sær at 800 fólk noyðast at flyta. Byggingin byrjar í august.
1994: Útgravingin til Gardermo-banen ? tokleiðin sum skal flyta fólk frá Oslo til Gardermoen uppá 19 minuttir ? byrjar. Eingin veit um teir trupulleikarnar sum NSB skal fáa av hesum bergholinum. Fyrsta skotið fyri tokbergholið Romerriksporten (13,8 km). Bygningurin á Gardermoen sum skal taka ímóti 17 milliónum ferðandi er eisini við at fáa grundmúr.
1995: 51 hús verða seld til tey sum vil syrgja fyri at taka húsini við sær.
1996: 3500 hondverkarar og verkfrøðingar arbeiða á flogvøllinum
1997: Fyrstu søgurnar eru farnar at ganga um at vatn frá Puttjern lekur niður í Romeriksporten. Tettingin miseydnast, og eitur-gølan Roca-Gil skakar fólk í inn- og útlandi.
1998: Gamla rullibreytin á Gardermoen verdur stongd, og ferðslan verður nú løgd til tað nýggju eystaru breytina. Í juni má NSB siga sum tað er, teir klára ikki at gera tok-leiðina klára, tettingin í Romeriksporten er enn ikki nóg væleydnað. Í juli byrjar Charter-ferðslan at brúka nýggju komu-høllina. Tøknin sum skal verða í flogtorninum er nógvar mánaðir seinkað, og tey noyðast at taka við sær gomlu útgerðina á Fornebu. 7. oktober klipti Haraldur kongur snórin og Oslo Lufthavn Gardermoen kann endiliga takast í nytslu. Flogvøllurin kostaði tað hann skuldi og varð liðugur til tíðina.