Frægari hjá U19-kvinnunum

Eftir at føroyska U19-landsliðið hjá kvinnum, sum luttekur í EM-undankapping í Kroatia í hesum døgum, tapti heili 10-0 ímóti Ukreina leygardagin, framdu tær eitt betri avrik í dag ímóti Belgia. Dysturin endaði við 4-0-sigri til Belgia eftir at tær vóru á odda 2-0 í hálvleikinum.

Føroyar manglar nú bara ein dyst í EM-undankappingini, og verður hann ímóti vertslandinum Kroatia hósdagin kl.13 føroyska tíð. Kroatia hevur eins og Føroyar tapt báðar sínar dystir, nevniliga 0-1 ímóti Belgia og 1-2 ímóti Ukreina, so møguleikin fyri einum góðum úrsliti er framvegis til staðar hjá føroysku gentunum, sum koma aftur til Føroya fríggjadagin.

Tær, sum mannaðu føroyska liðið í dag, vóru: Monika Biskopstø, Kristianna Balle, Anna A. Brimnes, Annika Petersen, Durita Róin, Eyðvør Klakstein, Maria K. Thomsen, Elsa S. Jacobsen, Birna T. Johannesen, Elin Maria Isaksen og Ásleyg Súnadóttir. Sigrun Sirdal, Johanna Lervig og Marta S. Thomsen vórðu innskiftar.