Frægari veður í væntu

Eitt djúpt lágtrýst við Ísland fer í ein norðan og grynnist og mikudagin fer ein minni hátrýstsryggur framvið. Eitt hátrýst yvir Skandinavia sendir heita luft úr Norðsjónum inn yvir Føroyar og eitt brúgvalag við regni fer framvið hósdagin. Síðani enda Føroyar í einum streymi av ælaveðri av landnyrðingi og sunnudagin nærkast nýggj brúgvaløg av útsynningi.

Í dag verður gul til stívt andøvsgul av suðri og útsynningi. Samdrigið, turt og onkrir sólglottar. Hitin alt døgnið millum 9 og 14 stig. Um náttina verður lutvíst klárt og hitin um 10 stig.

Í morgin verður lot til andøvsgul av útsynningi og suðri, 2 til 7 m/s. Fyri tað mesta turt og sólglottar. Hitin um dagin millum 10 og 13 stig. Um náttina øtlar hann vindin í gul til stítv andøvsgul av landsynningi og eystri, 6 til 10 m/s. Sum frá líður verður skýggjað og regn út á náttina. Hitin millum 7 og 10 stig.

Hósdagin verður andøvsgul upp í ein strúk av landsynningi og suðri, 8 til 13 m/s, sum um náttina snarar í ein útsynning. Fyri tað mesta skýggjað og um náttina klárar í. Hitin millum 10 og 13 stig.

Fríggjadagin verður gul til strúk í vindi av suðri og útsynninig, 6 til 12 m/s. Fyri tað mesta turt og sólglottar. Hitin millum 8 og 13 stig.

Leygardagin verður gul til stívt andøvsgul av suðri, sum snarar í ein útsynning, 5 til 10 m/s. Um náttina snarar hann í ein landsynning. Fyri tað mesta turt og sólglottar og hitin millum 10 og 13 stig. Um náttina turt, men meiri skýggjað og hitin millum 7 og 10 stig.

Sunnudagin øtlar hann vindin í andøvsgul upp í ein strúk av landsynningi, 8 til 13 m/s. Tað verður skýggjað og út á dagin regn av útsynningi. Hitin millum 9 og 11 stig.