Frágreiðing loynilig

Í Fraklandi hevur Michel Barnier, uttanríkisráðharri, gjørt av, at almenningurin fær ikki at vita, hví palestinski leiðarin, Yasser Arafat, doyði. Sambært ráðharranum hava næstu skyldfólkini hjá Arafat fingið at vita, hvat Arafat bagdi, og skal frágreiðingin almannakunngerast, er tað bara einkjan, Suha, sum kann gera tað.

Arafat varð fluttur á eitt hernaðarsjúkrahús í París tann 29. oktober, og longu tá fóru fólk at gita, um ísraelsmenn mundu hava eitrað hann. Ísraelsku myndugleikarnir hava víst gitingunum aftur, men avgerðin at halda orsøkina til deyða hansara loyniliga ger, at mong framvegis hava illgruna um eitran.

Fronsku læknarnir, sum viðgjørdu Arafat, hava sagt, at hann hevði nógv hvít blóðlikam, at hann hevði ikki blóðkrabba, og at tað var trupult at viðgera hann. Men teir hava sýtt fyri at upplýsa sjálva deyðaorsøkina, og tað sleppa teir ikki at gera aftan á avgerðina hjá uttanríkisráðnum.