Frágreiðing um áttatiárini

Bara ein stutt viðmerking til greinina hjá Sofusi Olsen í Dimmalætting 19/12-2000.

 

Ivan Johannesen

Miðvágur



Bara ein stutt viðmerking til greinina hjá Sofusi Olsen í Dimmalætting 19/12-2000.

Nú stundar so væl til jóla, so eg vil ynskja tær, Sofus, og øllum eini gleðilig jól og gott nýggjár.

Nú veit eg ikki, hvat tú vilt, við at kunngera ymist skjøl um Heygadrang, og hvat Heygadrangur kostaði landskassanum, tí talið av skipum ið landskassin mátti gjalda fyri er stórt.

Eitt kann eg upplýsa Sofusi Olsen og øllum, at eg havi ongantíð tikið undir við at binda landskassan at fíggja Heygadrang og tí vil eg siga, at Búskaparráðið og eg vóru samd.

Annars kann eg upplýsa, at tað var eg, sum undirskrivaði sølusáttmálan, tá Heygadrangur var seldur av landinum.

Mítt úttalilsi í gr. 19 nevndini (síða 268) um Búskaparráðið er eitt svar uppá ein spurning:

?Hvussu vóru einstøku málini viðgjørd í Fíggjarnevndini? Vóru krøv um at leggja mál fyri Búskaparráðið??

Mítt svar er eitt generelt svar, so sum eg metti støðuna í fíggjarnevndini, - at Fíggjarnevndin setti ikki so stórt virði í tað, sum Búskaparráðið segði.

Eg haldi at nettup málið um Heygadrang, var eitt tíðuligt dømi um at so var, tí Búskaparráðið mælti so staðiliga frá, men málið bleiv samtykt.