Frágreiðing um umsorganararbeiði

Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður

Hesar seinastu dagarnar er mikið rumbul staðist av, at játtanirnar til umsorganararbeiði eru skerdar í 2005 í mun til umsøkjara tørvin.

Landsstýrismaðurin í almanna- og heilsumálum vil við hesum geva eina stutta frágreiðing um málið.

Roknskapartølini fyri árini 1998 til 2005 vísa eina støðuga hækking øll árini.

R 1998R 1999R 2000R 2001R 2002R 2003J 2004J 2005
Umsorganararb.*1.6072.0273.2153.8794.6614.5764.6004.830
* Søguligu tølini eru tillagaði broytingum í virkseminum, so tølini eru samanberilig

Í oktober 2004 sendi landsstýrismaðurin løgtinginum uppskot til løgtingslóg um umsorganararbeiði. Lógaruppskotið hevði havt við sær, at lógarheimildin varð flutt frá løgtingslóg um almannapensjónir til serstaka lóggávu og at játtanarslagið fór at verða broytt frá lógarbundnari játtan til stuðulsjáttan, í fíggjarlógini kallað "Onnur játtan".

At játtanarslagið fór at vera broytt frá lógarbundnari játtan til at vera stuðulsjáttan merkir, at stuðul bert kann veitast til upp til tað upphædd, sum sett er av á fíggjarlógini. Áðrenn var játtanarslagið ein lógarbundin játtan og merkir hetta, at um ávíst tiltak leyk treytirnar í lóggávuni annars, hevði tað tiltakið lógarkrav at fáa stuðul uttan mun til hvussu nógv er sett av á fíggjarlógini.

Almanna- og heilsumálaráðið ivaðist tó eftirfylgjandi í, um lógaruppskotið leyk krøvini um stuðulslóggávu og varð tí framløgan av lógaruppskotinum tí tikin aftur.

Játtanin til umsorganararbeiði hevur í fleiri umførum verið umrødd, um talan er um lógarbundna játtan ella eina stuðulsjáttan. Eitt nú hevur landsgrannskoðanin gjørt vart við hetta.

Hesi viðurskifti gjørdi fíggjarnevnd løgtingsins eisini vart við í sínum áliti til fíggjarlóg fyri 2005, har sagt verður, at nevndin ivast eins og landsgrannskoðarin í, at talan er um, um henda játtan lýkur treytirnar til at vera ein lógarbundin játtan. Fíggjarnevndin gjørdi tí av, at flyta játtanarslagið til "Onnur játtan", t.v.s. stuðulsjáttan.

Fíggjarlógin fyri 2005 verður síðani samtykt, og verður játtanin til umsorganararbeiði broytt frá at vera ein lógarbundin játtan í 2004 til at vera ein stuðulsjáttan í 2005.

Fyri Almannastovuna, sum umsitir hesa kontu merkir tað, at Almannastovan hevur skyldu til at halda seg innanfyri játtanarkarmin í 2005, sum er 4.8 mkr.

Almannastovan boðaði øllum umsøkjarunum frá í skrivi dagfest 28. februar 2005, at.... "játtanin til umsorganararbeiðið nú er broytt til eina stuðulsjáttan, í mun til eina lógarbundna játtan í 2004.

Hetta merkir í stuttum, at Almannastovan bert hevur ta upphædd sum er játtað á fíggjarlógini fyri 2005 at ráða yvir. Hetta merkir eisini, at ikki kann væntast, at stuðulin verður eins stórur sum áður. Almannstovan fer nú at viðgerða umsóknirnar, og undir hesi viðgerð skal Almannastovan finna ein hátt, at býta stuðulin so rættvíst, í mun til innkomnu umsóknirnar"....

Almannastovan gjørdi eisini vart við, at...."Almannastovan fer eisini at lýsa í bløðunum um umsorganararbeiði 2005, har umsóknarfreistin er sett til 1.apríl 2005. Støða verður tikin til umsóknirnar beint eftir umsóknarfreistina"....

Í mars 2005 ger Almannastovan landsstýrismannin varugan við, at samlaðu umsóknirnar koma at vera knappar 6,8 m.kr. í 2005. Av tí at játtanin í 2005 er 4.8 mkr. ætlar Almannastovan, at allir umsøkjarar fáa eina ávísa % upphædd, soleiðis at allir umsøkjararnir verða viðgjørdir eins.

Samstundis boðar Almannastovan frá, at Almannastovan hevur gjørt av, at seta eina lýsing í bløðini, har umsóknarfreistin verður sett til 1. apríl 2005. Orsøkin er tann, at Almannastovn metir tað vera best at viðgera allar umsóknirnar undir einum.

Almanna- og heilsumálaráðið kunnar fáar dagar seinni Almannastovuna um, at ráðið tekur undir við hesi ætlan.

Tá umsóknarfreistin er úti, hevur Almannastovan móttikið umsóknir fyri 7,4 mió. kr.

Almanna-stovan ger síðani av, at veita tilsagnir til allar umsóknirnar. Í mun til 2004 hevur Almannastovan móttikið 9 nýggjar umsóknir um nýtt virksemi við ein útreiðslu á umleið 2. mió. kr.

Játtanin til umsorganararbeiði er sum nevnt 4,8 mió. kr. í ár, meðan tørvurin er góðar 7,4 mió.kr. Altso, 2,5 mió. kr. vanta í, um allar umsóknirnar skulu fáa fullan stuðul í mun til teirra fíggjarætlan.

Landsstýrismaðurin metir, at tað er av stórum týdningin at varðveita tær skipanir sum er bygdar upp yvir eina tíð og at tær kunnu halda fram. Bæði dagtilhald og mattænastur hava skapt ein tørv og eru eisini vorðin ein táttur í tilveruni hjá nógvum eldri fólki.

Tí hevur landsstýrismaðurin sett sær fyri at útvega fleiri pengar til hetta økið.

Landsstýrismaðurin ynskir at útvega 2 mió. kr. afturat til umsorganararbeiði í ár innanfyri verandi fíggjarkarm, møguliga við einum fíggjarnevndarskjali ella einum eykajáttanarlógaruppskoti. Upphæddin verður sostatt útreiðsluneutral.

Landsstýrismaðurin skal kunna um, at ætlanir er um í heyst at endurskoða kontuna umsorganararbeiði og møguliga at flyta mattænastuna undir raksturin hjá heimarøktini. Hetta fer at hava við sær, at betri gjøgnumskygni verður í skipanini, soleiðis at tær politisku raðfestingarnar verða týðiligari.

Spurningurin um annað umsorganararbeiði sum dagtilhaldini og onnur virknistilboð eru at rokna sum ein landsuppgáva ella ein uppgáva hjá kommununum, fer eisini at verða gjølla viðgjørdur í sambandi við endurskoðanina.