5-MANNAFØR KVINNUR
Tað er tætt, og tað er ógvuliga spennandi. Eftir at Frúgvin úr Miðvági vann á Erlu Kongsdóttir úr Fuglafirði í kappingini millum 5-mannafør við kvinnumanning, eru hesir báðir bátarnir púra javnir í FM kappingini.
Bátarnir hava vunnið tvær ferðir í part, og tvær ferðir í part hava bátarnir verið næstfremstir. Stigatalið er 26 í part, áðrenn fimta kappingin í ár verður í Fuglafirði nú leygardagin.
Á Jóansøku var starturin hjá Erlu Kongsdóttir góður, men tað var skjótt, at Frúgvin loftaði sær. Tá ið málið var umleið hálvt rógvið, legði Frúgvin seg framum, og so øktist munurin millum teir teir fremstu bátarnar.
Eina løtu var mest sum leyst millum Frúnna og Erlu Kongsdóttir. Men í endaspurtinum royndi Erla Kongsdóttir at svara aftur. Tað eydnaðist ikki teimum úr Fuglafirði at vinna. Tá ið bátarnir fóru um málið, var Frúgvin skutin frammanfyri Erlu Kongsdóttir.
Hóast báðir bátarnir nú liggja stavn um stavn í FM kappingini, so ber gongdin seinastu vikurnar við sær, at tað eru tær á Frúnni, sum eiga sinniliga yvirskotið. Úrslitini gera, at tær eiga at fara við størri sjálvsáliti undir kappingina í Fuglafirði, enn tær á Erlu Kongsdóttir kanska hava, eftir at tað tvær tær seinastu ferðirnar ikki hevur hilnast so væl, sum tað gjørdi tvær tær fyrstu ferðirnar.
Men nú hevur Erla Kongsdóttir møguleikan í heimasjógvi!