So skjótt tað frættist, at amerikanskir hermenn høvdu gjørt av við Osama bin Laden, savnaðust fólk uttan fyri Hvítu Húsini í Washington og á Ground Zero í New York. Fólk gingu við amerikanska flagginum og stórum skeltum og sungu tjóðsangin.
Fyrrverandi amerikanski forsetin George W. Bush sigur, at tað, sum er hent í Pakistan, er ein stórur sigur fyri USA.
Fleiri ríkis- og stjórnarleiðarar fegnast eisini um, at bin Laden er deyður. Ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu, sigur, at deyði bin Ladens hevur stóran týdning fyri trygdina í heiminum.
Bretski forsætisráðharrin, David Cameron, sigur, at tað er ein stórur lætti fyri heimin, at Osama bin Laden er deyður.
Danski uttanríkisráðharrin, Lene Espersen, sigur, at at tað hevur stóran týdning fyri bardagan ímóti yvirgangi, at leiðarin í al-Qaeda er deyður, men hon leggur tó afturat, at bardagin heldur fram.