B68 hevur styrkt um hópin við enn einum leikara. Talan er um miðvallarleikaran Fríðin Ziskason, sum kemur úr KÍ.
Fríðin váttar fyri Sosialinum, at hann fyrstu ferð vandi inni á Toftum týskvøldið, og alt bendir á, at B68 verður hansara nýggja felag. Hin klaksvíkingurin í B68, Arnold Joensen, fær sostatt fylgi úr Klaksvík, tá teir skulu venja.
? Eg setti meg sjálvur í samband við B68, og teir vóru sera áhugaðir í at fáa meg út á Toftir at spæla, sigur Fríðin Ziskason, sum leggur doyðin á, at hann ikki er vorðin ósamdur við venjaran Kurt Mørkøre.
? Hjá KÍ eru nógv fólk um boðið, og tað vísti seg, at eg ikki slapp at spæla nóg mikið, sigur hann, og tí valdi hann at skifta felag.
Hann heldur ikki, at tað verður so nógv lættari at sleppa á lið hjá B68, tí nýggja felag hansara hevur eisini gott fólk og fleiri landsliðsleikarar, men hann vísir á, at spælið hjá B68 hóskar betur til hansara.
? Hetta er ein nýggj avbjóðing hjá mær, og eg vóni at fáa meira spælitíð, hóast B68 ikki hevur verri fólk enn KÍ, sigur hann.
Svend Jacobsen, formaður í KÍ, sigur, at Fríðin setti seg í samband við leiðsluna við ynski um at skifta felag, og hesum hevur leiðslan givið leikaranum loyvi til. Eftir er bara at fáa smálutirnir millum KÍ og B68 í sambandi við skiftið uppá pláss.
Fríðin, sum er 29 ára gamal, er sterkur miðvallari, men hann kann eisini spæla í verjuni. Hann spældi sín fyrsta dyst á besta liðnum hjá KÍ í 1989, og hann vann FM-heitið í 1991. Fríðin sigur, at hann hevur spælt eini 200 dystir tilsamans fyri KÍ, tá venjingardystir eisini verða taldir við.
Reglurnar siga, at ein leikari er leikbannaður í ein mánað, tá hann skiftir felag, og tí verður Fríðin ikki at síggja í B68-troyggjuni, fyrr enn landskappingin byrjar.