Kontrast FM 2013, sum tiltakið æt hesaferð, er afturvendandi tiltak, sum tær smærri ítróttargreinarnar badminton, borðtennis og judo gera til tess at vaksa um áhugan. Finalurnar vórðu eisini sjónvarpaðar beinleiðis í sjónvarpinum hjá Kringvarpi Føroya.
Fyrst á morgni varð skipað fyri tvímansleiki og blandaðum tvímansleiki í borðtennis og badminton, meðan nakrar bronsufinalur vóru í judo. Hetta komst av tí at einmansleikir í badminton og judo og tær mest avgerandi judo-finalurnar vórðu á skránni seinni á degnum, tá ið sjónvarpið sendi beinleiðis.
Áskoðarar fyltust so við og við sum dagurin leið, og høvdu tey trý sambondini eisini skipað fyri upphitingartiltaki til tess at lívga um. Hetta hepnaðist bara heilt væl og tað vóru fleiri áskoðarar enn undanfarnu árini.
Borðtennis
Peter fyri 16. ferð
Í mansfinaluni í borðtennis var tað veteranurin, 45 ára gamli Peter H. Nicalsen, sum vann ímóti lærlingi sínum, Halli Thorsteinsson. Peter kom á odda 2-0 og 3-1 í settum, og hetta var ein ov stórur biti at gloypa hjá Halli, sum annars helst var favorittur undan finaluni. Peter H. Niclasen vann dystin 4-2. Hetta var 24. ferð, at Peter var í finaluni, og 16. ferð hann gerst føroyameistari. Fyrstu ferð var í 1984.
Hallur Thorsteinsson hevði vikuna undan FM verið á venjingarlegu í Rumenia til tess at fyrireika seg til FM og serliga HM í komandi mánaða, men tað legði Peter líka í og vísti hvør er lærumeistari.
Hetta var fyrstu ferð í fimm ár, at Peter gerst føroyameistari, og var tað eitt satt bragd og eitt umtaluevni, kendist á hýrinum í høllini.
Henrietta er einaráðandi
Kvinnuliga finalan í borðtennis hesaferð hevði ein forkunnugan gest í Henriettu Nielsen, sum er hálvur føroyingur og býr í Horsens í Danmark. 18 ára gamla Henrietta venur við SISU í Århus, men spælir at kalla hvørt vikuskifti dystir fyri týska felagið Flensburg TSB.
Mótstøðukvinnan í finaluni var 15 ára gamla Anna Mikkjalsdóttir úr TBF, sum var verandi føroyameistari. Hon gav Henriettu skarpan gang og vann nógvar bóltar í hvørjum setti, men tá ið veruliga stundaði til skrúvaði Henrietta leikferðina upp og vann finaluna 3-0. Hon tapti eiheldur nakað sett ávegis í finaluna. Tað gjørdi hon eiheldur ávegis FM-heitið fyri kvinnuunglingar, sum hon sostatt eisini vann.
Peter H. Niclasen: - Tað kravdi at eg hugsaði
45 ára gamli føroyameistarin dugir enn við battinum og kveistraði allar teir ungu landsliðsleikararnar til viks.
- Tá ið ein er komin upp í henda aldurin, so má ein kompensera fyri tað, at kroppurin ikki vil tað sum ein vil. Eg royndi at spæla upp á veikleikarnar hjá honum, ikki tí at hann hevur nógvar veikleikar, men tað kravdi, at eg hugsaði meiri, sigur Peter H. Niclasen, sum ikki hevur ætlanir um at gevast fyribils.
- Eg haldi framvegis tað er stuttligt at vera við, og tað halda hini kanska eisini, sigur hann.
Badminton
Niclas endurvann FM
Í mansfinaluni í badminton hittust Niclas Eysturoy og Benjamin Gunnarstein. Báðir spæla í donskum feløgum. Niclas spælir við Skovbakken, meðan Benjamin spælir við Middelfart.
Í fyrsta setti gekk javnt á, men tá ið nærkaðist endanum dróg Niclas frá og vann 21-15. Í øðrum setti var Benjamin greitt omaná, og hóast Niclas gjørdi eitt gott hál at enda, so vann Benjamin settið 21-17 og javnaði harvið til 1-1 í settum.
Í triðja og avgerandi setti hevði Niclas savnað sær meiri megi og var omaná at kalla alt settið, og tá ið Benjamin ikki megnaði at hótta hann av álvara, og so kundi Niclas umvegis 21-15 endurvinna føroyameistaraheitið.
Finalan var sera væl leikt, drúgv og tað sást á leikarunum, at teir vóru púra útlúgvaðir.
Yngra systirin vann aftur
Í kvinnufinaluni í badminton var tað aftur í ár ein dystur ímillum systrarnar báðar, Rannvá D. Carlsson og Brynhild D. Carlsson. Aftur í ár var tað yngra systirin, Rannvá, sum var greitt omaná. Hon vann stórt í báðum settunum og prógvar bara, at hon helst er besti kvinnuligi badmintonleikarin, ið Føroyar hava uppalt.
Rannvá spælir fyri MBK á Fjóni í Danmark, meðan Brynhild spælir við Sussex í Onglandi. Rannvá megnaði sera væl at halda bóltin í gongd og tað sást greidliga, at hon troyttaði systrina nógv.
Rannvá D. Carlsson: - Ikki heilt óvæntað
Tað kom ikki púra óvæntað á Rannvá D. Carlsson, at hon aftur í ár er føroyameistari hjá kvinnum.
- Tað var ikki heilt óvæntað. Eg vann hana síðsta ár og eisini árið frammanundan, sigur Rannvá, sum var væl nøgd við hvussu dysturin tók seg fram.
- Eg kláraði at halda spælið koyrandi og rakk øllum bóltunum. Eg gjørdi ikki eins nógvar feilir sum hon, sigur Rannvá og peikar somuleiðis á, at hon venur væl meiri enn systir sín hevur møguleika fyri.
Judo
Áki var bestur
Áki Davidsen gjørdist tvífaldur føroyameistari og Hjalmar Johannesen vann somuleiðis gullkrónur, tá FM í judo var í dag. Kappast var í trimum vektbólkum – undir 78 kilo, undir 90 kilo og so í opna bólkinum, har allir vektflokkar kappast.
Kvívíkingurin Áki Davidsen úr Havnar Judofelag vann finaluna fyri teir undir 90 kilo, har hann basti Sverrir Arnarsson úr Havnar Judofelag, sum sostatt fekk silvur. Nummar trý og bronsuvinnari gjørdist hósvíkingurin Høgni Nybo úr Sunda Judofelag.
Í vektflokkinum hjá teimum undir 78 kilo var tað ein úr Sunda Judofelag, sum gjørdist føroyameistari. Norðskálamaðurin Hjalmar Johannesen vann á strandinginum Sigmundi Johansen í finaluni, sum tískil fekk silvur, meðan Tóki Brandssyni úr Havnar Judofelag gjørdist nummar trý.
Í opna vektflokkinum, har allir luttakarar í øllum vektflokkum kunnu dystast, var tað aftur Áki Davidsen, sum fór við øllum. Finalan í móti Petur Sigurð Johannesen var ógvuliga drúgv og tøtt. Tað eydnaðist hvørgum manni at vinna nakað stig, og eingin fekk nakra revsing heldur. Tískil var neyðugt við eini dómaraavgerð, og har mettu tveir av trimum, at Áki Davidsen hevði munin.
Áki Davidsen: - At bíða var tilætlað
Áki Davidsen, sum gjørdist tvífaldur føroyameistari, sigur soleiðis um sigurin í opna bólkinum ímóti Sverrir Arnasyni:
- Eg vónaði at vinna, men hevði hóast alt ótta fyri, at hann fekk meg niður í gólvið, sigur Áki, sum viðgongur, at hann hevði í huga at bíða leingi við at leypa á.
- Eg gjørdi tað ikki fyrr enn ímóti endanum og tað hevði eg hugsan um allatíð. Av tí at tað var so stutt eftir, so slapp hann ikki at hava meg niðri í gólvinum, sigur Áki um sítt sokallaða kata guruma, sum tryggjaði hon vakra sigurin.
Úrslit
Borðtennis
Einmansleikur, kvinnur:
Henrietta Nielsen – Anna Mikkjalsdóttir 3-0 (11-9, 11-8, 12-10)
Tvímansleikur, kvinnur:
Eingin finala spæld.
Tvímansleikur, menn:
Hallur Thorsteinsson/Fróði F. Jensen – Peter H. Niclasen/Pætur Albinus 3-0 (11-6, 11-8, 11-6)
Blandaður tvímansleikur:
Henrietta Nielsen/Pætur Albinus – Anna Mikkjalsdóttir/Knútur Jóannesarson 3-1 (11-9, 11-7, 8-11, 11-7)
Badminton
Einmansleikur, menn:
Niclas Eysturoy – Benjamin Gunnarstein 2-0 (21-15, 17-21, 21-15 )
Einmansleikur, kvinnur:
Rannvá D. Carlsson – Brynhild D. Carlsson 2-0 (21-12, 21-8)
Tvímansleikur, menn:
Gunnar Poulsen/Hilmar Kass Jacobsen – Niclas Eysturoy/Benjamin Gunnarstein 0-2 (9-21, 16-21)
Tvímansleikur, kvinnur:
Rannvá D. Carlsson/Brynhild D. Carlsson – Gunnva Jacobsen/Guðrun Jacobsen 2-0 (21-5, 21-13)
Blandaður tvímansleikur:
Guri Poulsen/Niclas Eysturoy – Aksel Poulsen/Rannvá D. Carlsson 0-2 (7-21, 16-21)
Judo
Bronsudystur, opin bólkur:
Edvard Johannesen vann ímóti Tóka Brandssyni og Hjalmar Johannesen vann ímóti Sverrir Arnason.
Finala, opin bólkur:
Áki Davidsen vann ímóti Sverrir Arnason.
Bronsudystur, -73kg:
Pætur Jákupsson vann uttan dyst.
Finala
Sigurbjørn Mørkøre vann ímóti Búgva Johannesen.
Bronsudystur, -78kg:
Tóki Brandsson vann uttan dyst
Finala
Sigmundur Johansen ímóti Hjalmar Johannesen.
Bronsudystur -90kg:
Høgni Nybo vann uttan dyst.
Finala -90kg:
Áki Davidsen vann ímóti Sverrir Arnason