Frælsi til frælsan ítrótt

Mikudagin varð nýtt ítróttarfelag sett á stovn í Vágum.
Talan er um felag fyri frælsan ítrótt, og er navngevingin eisini knýtt at hesum.
Nýggja felagið kemur nevnliga at eita Frælsi, og í fyrstu nevndina eru komin Sólfríð Fjallsbak, sum er formaður, Hans Petur Weihe og Sølvi Ragnarsson.
Fyrst og fremst er endamálið hjá felagnum at fáa gongd á virksemið innan frælsu ítróttina í oynni, og sagt verður, at fyrstu venjingarnar ætlandi byrja eftir páskafrítíðina.