EB/Streymur og Føroyar fáa fína vitjan í næstum. Millum tær fínastu vit hava havt innan fótbólt nakrantíð. Mong gleða seg til 17. juli, tá Manchester City og EB/Streymur fara á vøllin, og fara mong City-viðhaldsfólk at seta dám á býin. Í tíðini fram til dystin fer undirritaði at rógva aftur á partar av søguni hjá Manchester City. Tann mest serstaka søgan, tá um Manchester City ræður, er um ein týskan málmann.
Fallskermshermaður
Bernhard Carl Trautmann er føddur í Bremen í Norður-Týsklandi hin 22. oktober í 1923, og fyllir hann sostatt 85 ár í heyst. Sum óteljandi aðrir týskir dreingir var Trautmann limur í “Hitler Jugend”, og sum allir aðrir ungir, frískir menn, so noyddist Trautmann at fara upp í týska herin undir seinna veraldarbardaga. Í 1941 meldaði hann seg uppí týska flogvápnið, Luftwaffe, sum radiooperatørur, men tað vísti seg skjótt, at hann var ikki so væl egnaður sum radiooperatørur, so hann var fluttur til herdeildina í Spandau, og har gjørdist Trautmann ein partur av fallskermsherliðnum.
Fyrstu árini hevði hann hertænastu í tí hertikna Póllandi, men tað var langt frá hermótinum. Av tí, at hann og felagarnir keddu seg, so framdu teir nógvar beistagerðir, fyri hetta fekk hann eina disiplinera fongulsrevsing. Trautmann mátti inn at sita í 3 mánaðir. Men í 1942 slapp hann út aftur, og tá var hann saman við herdeild sínari sendur at stríðast við tann talsterka Reyða Herin hjá Sovjetsamveldinum. Á einum sinni var Trautmann fangaður av Reyða Herinum, men á undrunnarverdan hátt eydnaðist tað honum at sleppa til rýmingar. Tá herdeildin var tikin aftur av hermótinum, vóru bert 300 mans á lívi, herdeildin hevði upprunaliga talt 1.000 mans. Trautmann vann 5 hernaðarlig heiðursmerki á eystara hermótinum, har ímillum tað fínasta, ein týskan jarnkross av fyrsta flokki.
Til Normandíið
Trautmann var settur upp í tign í týska herinum, fyrst gjørdist hann korporalur, og eftir tað sersjantur. Í 1944 var hann fluttur til franska Normandíið fyri at verja upp ímóti einari innrás hjá teimum sameindu. Men aftaná nógv hørð stríð, álop og bumbuálop frá teimum sameindu, var Trautmann ein av teimum fáu í sínari deild, sum enn var á lívi. Hann tók tá avgerðina at fara til heimbýin Bremen, men við stórum vága. Allir týskir hermenn, sum ikki høvdu nakað samleikaprógv uppi á sær, vóru skotnir sum dessertørar. Tað bleiv nú eitt stríð hjá Trautmann at sleppa undan hermonnum á báðum síðum. Hann bleiv fangaður av fronskum mótstøðudeildum, men aftur slapp Trautmann til rýmingar. Men tá nakrir dagar vóru farnir var hann fangaður av amerikonskum hermonnum. Hann óttaðist fyri, at teir fóru at taka hann av døgum, men teir førdu hann til eina bretska herdeild, har bretarnir bert søgdu við hann:
- Hello Fritz, fancy a cup of tea?
Hann var førdur til Northwich, sum liggur uttanfyri Manchester, og har sat hann krígsfangi fyrstu árini, eftir hetta var hann førdur til eina krígsfangalegu í Ashton-in-Makerfield, sum liggur nær við Wigan. Mennirnir spældu nógv fótbólt í krígsfangaleguni, og spældi Trautmann sum centre-half í byrjanini. Hann fekk ein skaða undir einum dysti, og spurdi um hann kundi sleppa í mál, og har var hann standandi. Í 1948 var hann latin leysur, og arbeiddi hann á einum bóndagarði, og fekst hann eisini við at avmontera bumbur í Liverpool. Sesongina 1948-1949 var hann málmaður hjá amatørliðnum úr Liverpool, sum nevnist Saint Helens Town. Her gjørdist hann góður við dóttir skrivara felagsins, og giftust tey seinni. Tað eydnaðist Trautmann og liðið hansara at koma í lokalu steypakappingina fyri amatørlið á vári í 1949, og vóru 9.000 áskoðarar til finaluna. Trautmann hevði víst høgt støðið hetta kappingarárið, og tað skuldi beina honum veg til nakað enn størri.
Nógv mótmæli
Í upphitingini til kappingarárið 1949-1950 spældi St. Helen ein vinardyst ímóti Manchester City, og var tað í hesum dystinum, at teir í City fingu eyguni upp fyri týska málverjanum. 7. oktober 1949 skrivaði Bert Trautmann undir ein sáttmála við Manchester City, fyrst sum amatørur, men stutt eftir hetta, sum ein heiltíðar yrkisspælari. Hetta fall ikki í góða jørð hjá City-viðhaldsfólkunum, sum vóru alt annað enn fegin at hava ein fyrrverandi lim í týska Luftwaffe á sínum liði. Trúgvir áskoðarar, sum høvdu árskort til heimadystirnar á Maine Road Leikvøllinum hóttu við at boykotta felagið. Og fekk høvuðsskrivstovan hjá Manchester City nógv mótmælisbrøv úr øllum Onglandi. 20.000 fólk mótmæltu í gøtunum í Manchester, og stóð at lesa á mongum skeltum: “Off with the German”. Haraftrat skuldi Trautmann avloysa Frank Swift, sum júst hevði lagt frá sær. Swift hevði til dags dato verið besti málverjin Manchester City hevði átt, og hevði eisini vart málið hjá Onglandi, og var hann millum best umtóktu spælarnar nakrantíð. Liðskiparin hjá Manchester City, Eric Westwood skar ígjøgnum – sjálvt um hann ivaðist sum privatpersónur – tá hann skuldi bjóða Trautmann vælkomnan uppí hópin við at siga mergjaðu orðini: - Tað er einki kríggj í hesum skiftirúminum. Trautmann fekk sín fyrsta dyst fyri Manchester City tann 19. november í 1949, og var talan um ein dyst ímóti Bolton Wanderers. Hann stóð væl hendan dystin, og rakstrarrópini ímóti honum gjørdust alsamt færri undir dystinum, tá viðhaldsfólkini sóu, at 26 ára gamli høgi og atletiski týskarin dugdi síni ting.
Ikki spardur á útivølli
Men Trautmann bleiv ikki spardur á útivølli. Á summum leikvøllum var so nógv rópt eftir honum, at hann tíðum misti konsentrasjónina. Í desember 1949 læt hann 7 mál inn í einum útidysti ímóti Derby County. Fyrsti dysturin hjá Trautmann í London var ímóti Fulham, í januar 1950. Taboidpressan í London bygdi ein hatursstemning upp ímóti manninum, sum hevði verið partur av Luftwaffe, sum hevði bumbað London so illa undir krígnum. Áðrenn dystin róptu Fulham-áskoðarnir “Nazi” og “Kraut” eftir honum, sum dysturin leið sóu heimaáskoðarnir eitt málmansspæl á so høgum støði, at tey gapandi góvust við at rópa ókvæmisróp eftir Trautmann. Fulham umringaði málið hjá City, men bert tað einu ferðina noyddist Trautmann inn í málið eftir bóltinum, hann hevði eitt ótal av bjargingum í dystinum, sum Fulham vann 1-0. Tá dysturin var liðugur runnu spælarnir hjá City og Fulham yvir til endan av vøllinum, har teir gjørdu ein heiðurstunnil fyri Trautmann, og var tann stóri týskarin klappaður út av tí stóru áskoðarafjøldini á Graven Cottage Leikvøllinum. Manchester City flutti niður eftir lokið kappingarár, men framtíðin hjá Trautmann var tryggjað
FA Cup
Trautmann vísti eisini klókt spæl, har hann dugdi væl at seta spælið í gongd aftur við at tveita bóltin presist fram til viðspælarar. Kappingarárið 1950-1951 spældi City seg upp aftur í 1. deild, sum var besta deildin í Onglandi tá. Liðið helt sær nú í deildini, og í 1955 spældi liðið seg í FA-Cup finaluna á Wembley, her máttu teir tó lúta fyri Newcastle. Longu eftir 45 sekund vóru teir aftanfyri 0-1, og aftaná 18 minuttir mátti Jimmy Meadows fara av vøllinum skaddur, tá í tíðini vóru útskiftingar ikki til. 10 ímóti 11 tapti Manchester City 1-3 ímóti Newcastle. Men í 1956 eydnaðist tað. City kom aftur í FA Cup finaluna, hesaferð ímóti Birmingham. Stutt áðrenn finaluna, hevði enska ítróttarpressan valt Trautmann til “Ársins Fótbóltsspælara”. Manchester City vann finaluna 3-1, men tað er ikki úrslitið sum ger finaluna legendariska. Tá 75 minuttir vóru spældir hendir ein samanstoytur millum Trautmann og Peter Murphy hjá Birmingham inni í brotsteiginum hjá City. Trautmann fekk knæið hjá Murphy í nakkan, men aftaná nakrar minuttir reistist hann, og spældi víðari skaddur. Alt Wembley sá, at Trautmann hevði nógva pínu, og Philip prinsur hevði tað á orðið tá hann gav honum vinnara-heiðursmerkið. Trautmann fór - hóast hann ikki kundi flyta høvdið – til sigursveitsluna. Hann fór til songar í vissuni um, at tað fór at ganga yvir. Hann fór til eitt sjúkrahús í London dagine ftir, har hann fekk at vita, at tað nokk skuldi laga seg. Men 3 dagar seinni var hann kannaður á sjúkrahúsinum í Manchester. Har vístu røntgenmyndirnar, at tann eini geislin í nakkanum var knekkaður í tvey, 3 aðrir vóru farnir av lagi, og var bert talan um millimetrar, og Trautmann hevði verið deyður av skaðanum hann fekk í FA Cup finaluni. Henda hendingin gjørdi hann til eina sanna fólkahetju í Manchester og kring Ongland. Trautmann spældi við Manchester City fram til 1964. Síðsti dysturin gjørdist ein sonevndur “Testimonial” har hann var liðskipari á einum felags Manchester-liðið, har Bobby Charlton og Denis Law vóru við. Mótstøðuliðið var eitt serstakt lið við fyrrverandi og táverandi enskum landsliðsleikarum, har m.a. Stanley Matthews og Tom Finney vóru við. 60.000 fólk møttu upp á Maine Road fyri at takka Bert Trautmann fyri tíðina í Manchester City. Seinni var Trautmann heiðraður av ensku drotningini. Vit enda við orðum Bert Trautmanns: - Eg vann FA Cup, eg gjørdist ársins fótbóltsspælari, og fekk OBE-ordanin frá enska kongshúsinum, men tað týdningarmesta fyri meg, var hvussu fólkið í Lanchashire, og hvussu fólkið í Onglandi accepteraðu meg. Eg sum fyrr hevði verið fíggindi teirra.