útgáva
Bókin Frændafundur 5 er útkomin. Innihaldið í bókini er teir fyrilestrar, sum vórðu hildnir í Reykjavík 19. og 20. juni í 2004. Tað vóru Heimspekideild Háskóla Íslands og Fróðskaparsetur Føroya, sum skipaðu fyri hesi ráðstevnu, sum var tann fimta ráðstevnan í hesi røðini. Tær verða hildnar til skiftis í hesum báðum londum. Meginparturin av fyrilestrunum, sum verða fluttir á tílíkum ráðstevnum, hevur støði í rannsóknum, sum granskarar í báðum londunum hvør í sínum lagi fáast við. Evnini, sum fyrilestrarnir í hesi bók snúgva seg um, eru fjølbroytt, t.d. trúarmál, søga, landbúnaður, bókmentir og alnetið. Flestu evnini eru sædd bæði úr einum íslendskum og føroyskum sjónarhorni. Enskur samandráttur er síðst í hvørji grein.
Ritstjórnað bókina hava Magnús Snædal og Anfinnur Johansen.
Tær føroysku greinirnar eru hesar:
Poul F. Guttesen: Dópur, samfelag og samleiki.
Malan Marnersdóttir: Ísland og íslendingar í føroyskum skaldskapi.
Turið Sigurðardóttir: Leiklutur Føroya í íslendskum bókmentum.
Firouz Gaini: Ung, mentan og alnót í útjaðaranum.
Hans Andrias Sølvará: Hugmyndafrøðilig rák í Føroyum og Íslandi frá 1850 til 1914 - ein samanbering.
Gunnar Bjarnason: Seyðatjóðirnar.
Óli Olsen: Sigling og útbúgving I - frá landnámi til okkara dagar.
Gestur Hovgaard: Stovnar og nýskapan á norðurleiðum: Tvørvísindalig rannsókn á leiklut kommunanna í nýskapan.
Beinta í Jákupsstovu: Leik og lærd, vitan og vald. Um siðvenju hjá íslendskum og føroyskum mammum at hava børn á brósti.
Bókin fæst í bókabúðunum fyri kr. 225.