Eftir eitt inspirerandi vikuskifti er Steintór Rasmussen nú til reiðar at avdúka, at Frændur geva enn eina fløgu út nú 25 ára eru liðin síðan fyrst plátan kom á gøtuna. Í einari samrøðu við Rás2 sigur Stentór, at vikuskifti var nýtt til at savna tilfar sum teir ymsu limirnir í Frændum høvdu liggjandi, og nú er greitt at tilfar er til taks, og hetta skal verða árið har Frændur menninir gera ætlanir til veruleika. Sambært Steintór hevur prátið seinastu árini snúði seg nógv um at útgeva eina fløgu, og hetta árið er eitt gott ár at gera dreymar til veruleika.
Spurdur um hvørt tilfarið hjá Frændum á nýggju fløguni fer at verða í sama stíli sum undanfarnu fløgur, sigur Steintór, at Frændur hevur verið væl móttikið, og at hann sær onga orsøk til at Frændur skal broyta stíl nú. Tað sum Steintór tó sær sum ein vansa, er at Frændur hevur verið sera væl umtókt allar sínar dagar, og tað hevur sambært honum verið spell um 25 ára útgávan ikki var eins væl móttikin og hinar. Hann leggur tó smílandi aftrat at ?Hví skuldi hon ikki tað?. Tað er so ein spurningur sum vit fáa svar uppá, tá nýggja Frændur fløga kemur á gøtuna seinni í ár.