Frændur hava sent fyrstu sangirnar av nýggju útgávuni í umfar, og stórur áhugi er fyri føðingardagskonsertini næsta leygarkvøld. Um eina viku kemur nýggja fløgan hjá Frændum út. Fløgan, sum hevur fingið navnið Frændur V, er fyrsta útgávan hjá Frændum síðani 1997, og útgávan verður almenn, samstundis sum bólkurin heldur 25 ára dagin við stórari konsert í Ítróttarhøllini á Hálsi.
Longu nú ber til at hoyra onkran av nýggju sangunum hjá Frændum. Útvarpið er farið at spæla sangin Røddir, og á Rás2 er sangurin Goyma Tað Besta Til Tín í umfari. Harafturat verður sangurinTú Tók Ímóti Mær at hoyra komandi vikuna.
Fólk kunnu eisini leita sær á netið at hoyra nýtt frá Frændum. Á myspace.com/fraendur ber til at hoyra sangin Røddir.
Frændur hava leygarkvøldið 21. november útgávu- og føðingardagskonsert í ítróttarhøllini á Hálsi í Havn. Stóru áhugi er fyri hesari konsert, og longu nú eru 1000 atgongumerki seld í forsølu. Á konsertini hjá Frændum spæla eisini Hanus G. Johansen og Sámal Ravnsfjall.